Í kvøld verður stór konsert við X-Factor vinnaranum, Lindu Andrews, í Norðurlandahúsinum saman við vælumtóktum føroyskum kóri
Hetta verður fyrsta veruliga konsertin við Lindu Andrews í Føroyum, síðani hon vann X-Factor finaluna.
Konsertin verður í Norðurlandahúsinum í kvøld kl 20, og fyrireikarar siga, at fá atgongumerki eru eftir.
Tað er kóri, sum Eirikur Skála stovnaði í sambandi við, at Andre Crouch hevði konsert í Føroyum, sum fer at syngja. Kórið hevur verið virkið síðani.
Kórið hevur eitt nú vitjað í Danmark, Svøríki og Álandi, og hevur sungið saman við Jessi Dixon tvær ferðir, og hevði konsert saman við Ron Kennoly í desember 2007.
Kórleidari er tann so vælkenda songkvinnan, Sigrið Rasmussen.
Virkandi kórlimir eru Bjarta, Jensina, Selma, Eydna, Johanna R, Johanna J, Kristina Jútta, Súsanna, Kirstin, Diana, Erika, Jannet, Súsanna, Joy, Sirikit Áki, Edvin, Óli, JónSvein, Heine, Ingi, Guttorm, Billy