Í døgunum 13. ? 14. november verður skipað fyri leiðararáðstevnu í Norðurlandahúsinum.
Leiðararáðstevnan eitur Global Leadership Summit ella GLS.
Í fjør savnastu 400 kvinnur og menn til hesa stevnu, og fingu tey íblástur at leiða, har tey eru. ?Leið, har tú ert? er leiðaraorðið!
GLS-leiðararáðstevnan hevur sín íblástur úr Amerika, og hon verður hildin í fleiri londum um allan heimin.
Hvørt summar savnar heimskenda kirkjan í Chicago, Willow Creek, menn og kvinnur við førleikum og royndum at geva teirra ískoyti viðvíkjandi leiðslu. Tað eru hesir fyrilestrar, vit fara at hoyra og síggja á stórskíggja í Norðurlandahúsinum. Undirteksturin verður føroyskur og arbeiðshefti somuleiðis á føroyskum.
Millum leiðararnar í ár teljast m.a. fyrrv. bretski forsætismálaráðharrin, Tony Blair, heimskendi sangarin, Bono, stigtakarin, Jessica Jackley og leiðandi pastorurin í Willow Creek, Bill Hybles. Hesir persónar - umframt aðrar - koma at geva hugskot og tankar, sum kunnu koma at broyta og styrkja tína leiðslu. Tí øll leiða bæði í lívi sínum og í starvi sínum.
Endamálið við leiðararráðstevnuni er at kveikja íblástur innan leiðslu í breiðastu merking.
GLS-leiðararáðstevnan er tí fyri leiðarar í andaligum høpi og í verðsligum, og tey, sum undirvísa, hava royndir frá ógvuliga ymiskum arbeiðum og umstøðum.