Ein nýggj meiningakanning í Japan vísir, at mótstøðan ímóti at brúka kjarnorku til elframleiðslu er vaksin nógv har síðani vanlukkuna á Fukushima-verkinum fyri einum ári síðani. Eftir kanningini siga 80 prosent av fólkinum, at landið skal gevast at brúka kjarnorku.
Umleið 50 kjarnorkuverk eru í Japan, og tey lata umleið 30 prosent av allari elorkuni, sum brúkt verður. Undan vanlukkuni á Fukushima-verkinum ætlaðu politikararnir at økja framleiðsluna, soleiðis at í 2017 skuldu 40 prosent av elorkuni koma frá kjarnorkuverkum.
Aftan á Fukushima-vanlukkuna gjørdu politikararnir av at lata tey elstu kjarnorkuverkini aftur, men í meiningakanningini siga 53 prosent av teimum spurdu, at politikararnir kunnu seta tey elstu verkini aftur í gongd, men bara til ein annar framleiðsluháttur er funnin.
Teir japonsku politikararnir eru ikki samdir um kjarnorkupolitikkin. Yoshiniko Noda, forsætisráðharri, er talsmaður fyri at brúka minni kjarnorku, men Naoto Kan, fyrrverandi forsætisráðharri, tekur undir við teimum, sum siga, at Japan skal als ikki brúka kjarnorku.