Stór og flott bók

Ummæli: Høvundin er barnvaksin í sjóvinnumentan, væl útborin at granska innan skipasøgu og at tilevna eina slíka bók sum hesa

Óli Olsen, Siglandi arvurin - søgan um føroyskt træskipasmíð

Fyrr í vetur kom út ein sera væl frágingin og forvitnislig bók um føroysk træskip, farin so væl sum enn siglandi, um træskipabygging í Føroyum og í tí sambandi tað nær um útdoygjandi liðið av skipstimbrarum.
Hitti í so máta í heyst ein javnaldra, sum segði seg vera millum allarseinastu lærlingar av tí slagnum.
Væl er hetta søga og um eina farandi tíð í føroyskum fólkalívi, tó at at fleiri gomul træskip enn eru við sítt fríska lív, takkað veri tí, at síggja til, vaksandi áhuga hjá fólki at varðveita hesi, endurbøta og at halda tey í siglandi standi.
Og hví tað? Gomul træskip og fólkið kring tey, eru ein týðandi partur av Føroya søgu, og ”fátækt er tað fólk, íð ikki kennir sína søgu”.
Onkur siga gomul træskip og bátar HAVA SÁL og vera eina søgu í sjálvum sær. So er, tá hugsað verður um teirra sigling í ódn og í logn og tey menniskju, sum onkusvegna hava kent tilknýti til førini.
Høvundin, Óli Olsen, er í maritimum høpi ikki hvør sum helst.
Hann er abbasonur tiltiknan royndan og skilagóðan útróðrarformann í Klaksvík.
Farbróðurin P.J.Olsen, sáli, fyrrverandi løgtingsmaður, var ikki minni tiltikin, krøkin og skilamaður á sjónum, og við honum var eisini pápi høvundans, Sofus á Dalinum, til Sofus fór at føra strandfaraskip oyggjana millum.
Høvundin er barnvaksin í sjóvinnumentan, væl útborin at granska innan skipasøgu og at tilevna eina slíka bók sum hesa. Hann er útbúgvin skipsførari og hevur sum slíkur siglt úti í stóru verð, og gamaní hevur hann frammanundan ognað sær kravda siglingstíð á føroyskum kjøli.
Seinri fekk hann sær lærarútbúgving og gjørdist sjómansskúlalærari.
Við síni spakføru, lurtandi og kurteisligu framferð hevur honum, afturat drúgvum granskingararbeiði á skjalasøvnum, eydnast at koma á tal við nógv vitandi heimildarfólk, sum greitt hava ríkað hesa bók.
Hendan seinasta stóra og flotta bók hansara um føroysk træskipasmíð og enn siglandi træskip er yvir 200 síður, er í dupultum síðubroti og við greiðum yvirlitum og navnaregistarum yvir bæði før og fólk.
Bókin er greið, ruddilig og væl orðað og við sera nógvum forvitnisligum skipa- og persónsmyndum, sum í hvussu er undirritaði ikki áður hevur sæð.
Skipatekningar eru eisini, og ikki visti eg av, at bygging av skipum og bátum á sinni fór so víða fram um Føroya land um tað mundið, tá deksfør loystu áttamannaførini av sum vinnuamboð hjá sjófarandi føroyingum. Tí er bókin eisini patur av bygda-og persónsøgum.
Onnur hava áður skrivað um tað elstu skipasøguna, men tað sum hjá mær er serliga forkunnugt og nýtt á prenti í hesi bók er nágreiniligt yvirlit og frásagnir um tey smærru deksførini, sum eg sjálvur beri kenslu av.

Eyðun Joensen