Landssjúkrahúsið hevur verið nógv á breddanum tað seinasta árið. Mest hevur tað snúð seg um sjúklingaviðgerð, arbeiðsumstøður og løn hjá sjúkrarøktarfrøðingum.
Lat hetta verða mítt ískoyti við sannroynd um játtanina til rakstur og viðlíkahald av bygningum og skrivstovunum á Landssjúkrahúsinum.
Ein játtan má byggja á eina viðtikna fíggjarætlan, sum er grundað á tænastur, ið vit eru samd um.
Lat meg byrja við at siga, at eg eri púra samdur við landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Karsten Hansen, at ein ikki uttan heimild kann nýta meira pening enn tað, ið er játtað. Spurningurin er so, um játtandi myndugleiki krevur meira fyri játtanina, enn peningur er til.
Ein kann ikki stýra einum bili við at hyggja í bakspeglið og so als ikki, um kósin skal broytast. Tí kann ein ikki taka støði í roknskapinum árini frammanundan og við bindi fyri eygað framskriva tey.
Ein skilagóð útmelding kom frá landssýrismanninum í almanna- og heilsumálum, Hans Paula Strøm, um veruliga at kanna, hvat tað eigur at kosta at reka eitt landssjúkrahús við teimum veitingum, sum vera veittar í dag og so taka støðu til, um løgtingið vil játtað fígging til tað tænastustøði, sum er í dag ella at minka um tað.
Ikki skal eg her gera viðmerkingar til, at vit politiskt vilja fíggja ella undirfíggja trý sjúkrahús til 47.893 fólk. Ei heldur viðmerkingar til leiðslubygnaðin á Landssjúkrahúsinum við tí trýstrongdu leiðsluni og teimum seks depilsleiðslunum.
Eg skal heldur ikki koma inn á, hvussu nógv verður nýtt til sjúklingamat í dag. Seinast, eg roknaði tað út, var í 2005, og minnist meg rætt, var tað 37 kr. pr. sjúkling pr. samdøgur.
Tað er játtanin til raksturin av bygningum og útgerð, sum liggur mær á hjarta.
Eg skal her loyva mær at vísa á, hvussu nógvur peningur er settur av til raksturin av bygningunum og útgerð, sum er tengd at bygningunum, so sum lyftur, ventilatión og mangt annað hjá Landssjúkra-húsinum.
Landssjúkrahúsið er sum kunnugt samansett av nógvum gomlum bygningum, sum geva ein dýrari rakstur, enn um alt var savnað saman í nýggjar bygningar. Her eru nøkur tøl, sum tala fyri mongdirnar: Sí Talvu
Hetta merkir, at tað eru slakar 2. mill. krónur eftir til at viðlíkahalda bygningar, vegir, tunnlar, lyftur og mangt mangt annað. Tað gevur 41 kr./m2/ár.
Íbúðarkompleks í Danmark, sum eg veit um, nýta 142 kr./m2/ár. Tá eru tað bert uttandura bygningsviðlíkahald. Tað eru einfaldar installatiónir og ikki eitt sjúkrahús, talan er um.
Vit hava keypt eina telduskipan til at skráseta bygningar og útgerð við. Í skipanina verður eisini lagt inn, hvussu viðlíkahaldið eigur at fara fram. Hetta er tó næstan spilt arbeiði, tí tað eru so langt millum ta upphædd, vit fáa til viðlíkahald, og tað sum krevst.
Virðið á bygningunum hjá Landssjúkrahúsinum var í september 2005 mett til 705 mill. kr. Um 1% av virðinum á bygningunum verður játtað til viðlíkahald, hevur tað við sær, at 7 mill. kr. skulu setast av um árið.
Landssjúkrahúsið hevur tekniska útgerð fyri umleið 70. mill. kr. Hetta er útgerð við einum miðallivi-aldri uppá 10 ár. Tað merkir, at 7 mill. kr. skulu til um árið fyri at dagføra útgerðina. Við einki at skifta út, verður útgerðin koyrd í sor.
Vandi kann standast av manglandi viðlíkahaldi
Enn kann eg ikki vísa á hendingar, sum hava kravt mannalív, men manglandi viðlíkahald førir við sær óhepnar hendingar. Dømi er sum, tá sjúklingakalliskipanin í barakkini at enda ikki orkaði meira. Vit høvdu í fleiri ár gjørt vart við, at hon átti at verið skift út, tó uttan úrslit ella fígging. So brotnaði skipanin og stóð ikki til at umvæla aftur. Sjúklingarnir máttu í nakrar dagar nýta sleiv til at banka á radiatorar fyri at fáa samband við starvsfólkini. Landssjúkrahúsið mátti út at læna “babyalarmar” at seta upp, til vit fingu eina nýggja kalliskipan. Okkurt annað átrokandi arbeiði mátti so bíða tað árið. Elding skal hava tøkk fyri beinasemi við at læna okkum babyalarmarnar.
Landssjúkrahúsið eitt ómettandi hol
Hetta er ein viðmerking, sum ofta eru komin mær fyri oyrað, og viðmerkingin er púra røtt. Sum játtanin hevur verið seinastu árini, verður tað sera sera leingi til, vit kunnu standa fram við fattari pannu og siga “Her stendur eitt vakurt vælhildið Landssjúkrahús, sum er ogn hjá Føroya fólki”.
Eg skal her nevna nakrar av teimum mest átrokandi ábótunum, sum mugu gerast. Her er bert tikið tilvildarligt burturúr listanum, sum er sera langur.
Nýggir matvognar mugu keypast. Teir verandi hava frá Heilsufrøðisligu Starvsstovuni fingið forboð móti at koyra, tí teir lúka ikki tey heilsufrøðisligu krøvini. Teir eru 30 ára gamlir og hava koyrt langt yvir 30.000 km. Í fleiri ár hava vit søkt um játtan, tó uttan úrslit.
Kostnaður umleið 2 mill. kr.
Køkurin er 30 ára gamal og lýkur ikki krøvini til ein tíðarhóskandi køk. Hann kostar alt ov nógv í orku, viðlíkahaldi og arbeiðslønum at reka, tí hann er so óarbeiðsligur.
Kostnaður umleið 10 mill. kr.
Eingin brand/royk-sektión er í tunlinum. Um eldur kemur í, fer roykurin um allar bygningarnar. Landssjúkrahúsið er álagt ikki at hava nakra trygging, og roykskaðar eru kostnarmiklir.
Kostnaður umleið 2 mill kr.
Sum einasta fyritøka í landinum hevur Landssjúkrahúsi fingið álagt at hava reinsibrunn til spillivatnið. Heilsumyndugleikarnir hava nú álagt okkum at girða brunnin inn og leggja lok á hann.
Kostnaður umleið 1 mill. kr.
Íbúðarblokkarnir hjá Landssjúkrahúsinum treingja til stórar ábøtur. Jarnarnmeringin er tærd, og vindeygu eru um at detta út. Trappur og annað minna um tað ringasta slummið. Læknar og onnur, sum koma frá útheiminum og skulu búgva har, vilja heldur á hotell at búgva, tí støðið er so vánaligt. Kostnaður umleið 45 mill. kr. (ár 2000)
Kloakkirnar millum bygningarnar er nógva staðni dotnar saman.
Kostnaður umleið 2 mill. kr.
Vit hava tørv fyri einum skipaðum ruskplássi. Sum er, er handfaringin av ruski og medisinskum ruski undir alt lágmark. Kostnaður fyri eini lappaloysn er 500.000,- kr. Fyri eini varandi loysn er
kostnaðurin umleið 2 mill. kr.
Nýggjur køkur og ventilatión á føðideildini.
Kostnaður umleið 0,5 mill. kr.
Nógv starvsfólk kenna seg gloymd, tá tey síggja hendan stutta listan, men, sum tað sær út, er hetta sum eitt ómettandi hol.
Landssjúkrahúsið hevur ongantíð fingið so nógvan pening, sum tað fær nú.
Tað er púra rætt, at løgtingið hevur viðtikið eina verklagslóg, sum gevur Landssjúkrahúsinum 105 mill. kr. yvir 3 ár. Nú eru vit á 3. ári. Fyri hesa upphædd hava vit fingið nýggja móttøku, nýggjan sterilsentral og dagført hæddirnar B8, B7, B6, B5 og B4. Hetta eru vit sera fegin um, tí tað var harðliga tiltrongt, men hetta hjálpir ikki uppá tørvin fyri fígging av tí dagliga rakstrinum.
Mitt í 60-unum var býtið millum útreiðslur til lønir og til rakstur 60/40. Í dag er býtið 86/14.
Hvørja ferð, vit taka nýggjar viðgerðir ella nýggjar læknar heim til Føroyar, svarar játtanin ikki til tørvin, og undirfíggingin verður tikin av rakstrinum.
Eg skal tí heita á Føroya Løgting um at bera so í bandi, at játtanin til rakstur av bygningum og tólum verður skipað á sama hátt sum játtanin til medicotekniska útgerð, sum er ein serskild játtan.
Hon skal verða greinað sundur í fýra partar.
1) Endurnýgging av tólum, útgerð og inventar. 10% av verandi virðinum, svarandi til 7 mill. kr.
2) Rakstur av bygningum (uttan el og olju) svarandi til 1% av verandi virði, svarandi til 7 mill. kr.
3) Útreiðslur til el og olju. El-útreiðslurnar verða í 2008 10% hægri, svarandi til 3,7 mill. kr.
Oljan er ring at siga nakað um, men góð 10% prísvøkstur viðførir oljuútreiðslur uppá 5 mill. kr.
4) Nýggj útgerð 1,5 mill. kr.
Íalt gevur hetta eina rakstrarjáttan uppá 24 mill. kr. ella ein vøkstur uppá 12,3 mill. kr.
Landssjúkrahúsið er ogn Føroya Fólks, og áttu vit at kunna verið errin av at vísa tað fram, men tíverri er tað ikki soleiðis í dag.
Í gjár var val, og í dag er gerandisdagur.
Gandið tey, sum ganda kunnu. Tað er ómøguligt at reka eitt landssjúkrahús við ov lítlari játtan til raksturin.