Á Tvøroyri tykist áhugin fyri løgtingsvalinum at vera stórur 42,9% av veljarunum á Tvøroyri høvdu verið á vali klokkan 15 í dag. Hetta er væl meira, enn um somu tíð í 2004, tá 35,5% høvdu valt klokkan 15.
Í Vági høvdu 53,7% av veljarunum verið á vali klokkan 16. Onnki tal er fyri somu tíð í 2004, men annars hevur luttøkan verið heldur størri ígjøgnum dagin, enn seinast val var.