Stúra fyri uppsagnum

Tað henda so stórar broytingar bæði hjá landi og kommunum, at vandi fyri uppsagnum lúrir, sigur Starvsmannafelagið

Almenn Starvsfólk

? Enn er ikki talan um uppsagnir. Men vandin lúrir.
Gunnleivur Dalsgarð, formaður i Starvsmannafelagnum ætlar sær at verða á varðhaldi í komandi tíðum.
Á aðaldundinum hjá Starvsmannafelagnum leygardagin, greiddi hann fundarfólki frá teimum stóru broytingunum, sum eru hendar og fara at henda, bæði hjá landinum og hjá kommununum, har Starvsmannafelagið hevur nógvar limir.

Setti tryggleikan til viks
Formaðurin í Starvsmannafelagnum helt, at tað kundi sloppist undan trupulleikum, um Anfinn Kallsberg hevði víst meiri ábyrgd, tá ið hann útskrivaði Løgtingsvalið.
? Tað kann ikki góðtakast, at fíggjarlógin ikki varð gjørd, áðrenn avgerðin um nýval varð tikin, tí øll vistu, at tíðirnar fóru at versna segði Gunnleivur Dalsgarð.
? ikki minst er hetta løgið og ørkymlandi, tá ið hugsað verður um, at avgerðin um nýval eina og aleina bygdi á persónlig viðurskifti, legði hann afturat.
Hann sigur, at hetta hevur eisini sett síni spor á gongdina at skipa ein fíggjarligan karm, tí nýggja samgongan skuldi at kalla byrja av nýggjum.
Hann sigur eisini, at fráboðanir frá samgonguni benda eisini á, at tað verður ein ein tungur burður at gera eina fíggjarlóg. Hetta fer eisini at hava við sær ógreið viðurskiftir við sær og fer at gera, at ótryggleiki fer at valda alt árið.
? Ongin ivi er um, at hetta eisini kann órógva og hava sera óhepnar avleiðingar fyri limir okkara. Og seinasti boðskapurin frá løgmanni er eisini, at vit kunnu vænta uppsagnir í komandi tíðum, segði Gunnleivur Dalsgarð.
Hann segði, at øll hava krav uppá at fáa tryggleikan og virðingina aftur í hásæti. Og hann vónaði at nýggja løgtingi og landstýri, fær hetta aftur á rættkjøl.

Leggja alla orku í
Gunnleivur Dalsgarð vísir eisini á, at vit nú hava fingið tvey ráð færri í almennu umsitingini. Eisini hetta fer uttan iva at hava munandi broytingar við sær, kanska við uppsagnum.
Hann helt, at tað er ein trupul spurningur at loysa, tá ið arbeiðsøki hvørva og starvsfólk kanska verða til avlops.
? Men tað er rættuliga greitt, at sjálvt um aðalráðini eru færri, verða arbeiðsuppgávur óbroyttar. Tí er at vóna, at størv ikki detta burtur, men at loysnin verður heldur, at fólk verða flutt í onnur størv.
? Hetta er eisini hent. Hetta verður sjálvsagt ikki uttan trupuleikar, men vit fara so at leggja alla orku í at forða fyri, at broyting ikki fer at hava óneyðugar uppsagnir við sær, segði formaðurin í Starvsmannafelagnum á aðaldundinum.
Men hann segði eisini, at Starvsmannafelagið mátti vera á varðhaldi, tí nógv arbeiðspláss eru mannað við hálvum og heilum akademikarum.
? Vit mugu verða vakin, so at okkara limir ikki verða skumpaðir út og arbeiðsøkini verða yvirtikin av hesum kreftum, segði Gunnleivur Dalsgarð.
Hann segði, at felagið fór eisini at venda sær til løgmann fyri at gera støðuna greiða fyri honum. og hann helt eisini, at tað var sjálvsagt, at myndugleikarnar ikki fara framm eftir fummum her, men seta seg í samband við allar avvarðandi partar, áðrenn nøkur avgerð verður tikin.
Hann vísti eisini á, at samanleggingin av kommununum, kann ávirka limirnar hjá Starvsmannafelagnum.
? Uppgávur, sum áður hava ligið undir landinum, vera uttan iva fluttar í kommunala umsiting. Hetta kann hava óhepnar avleiðingar við sær fyri tað einstaka starvsfólkið.
? Tí er beinleiðis neyðugt, at Starvsmannafelagið og onnur fakfeløg, verða tikin við uppá ráð, áðrenn endaliga er stungið út í kortið.
? Hetta ger seg eisini galdandi í teimum førum, tá almenn arbeiðspláss verða flutt úr einum til annan part av landinum.
Hann sigur, at Starvsmannafelagið hevur gjørt landsins mynduleikar varugar við hesi viðurskiftir áður. Men tað er synd at siga, at teir hava lurtað nóg væl.
? Vit vóna at nýggju fólkini í landsins stýri fara at geva hesum spurningi størri ans og ikki taka illa undirbygdar avgerðir, yvir høvdinum á starvsfólkunum, segði Gunnleivur Dalsgarð fyri aðalfundinum.

Havnin stýrir øllum
Formaðurin fýltist eisini á, at kommunurnar eru so truplar at samstarva við, tær alla tíðina lovprísa starvsfólkunum og fortelja, hvussu stórt álit og virðing, tær hava fyri tí arbeiði, starvsfólkini gera.
? Trætan við Tórshavnar kommunu um jarðarferðir og læknaørindi, eru aftur ein staðfesting av hvussu ómetaliga torført, fyri ikki at siga vónleyst, tað er at samstarva við kommunurnar. Gunnleivur Dalsgarð sigur, at í veruleikanum eru kommunurnar stýrdar frá ovastu leiðsluni í Tórshavnar kommunu, tí tað, sum Tórshavnar kommuna fer, breiðir seg um alt landið, samstundis sum umsitingin í kommunala arbeiðsgevarafelagnum hyggur at, uttan at gera nakað sum helst við at fáa viðurskiftini í rættlag.
? Her lekur milt sagt ímillum teori og praksis, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum á aðalfundinum.

Øll afturvald
Leygardagin hevði Starvsmannafelagið aðalfund á Platform.
Har varð Gunnleivur Dalsgarð afturvaldur til formann í Starvsmannafelagnum.
Hóast onki mótvalevni er, skal atkvøðast og formaðurin skal hava yv ir 50% av atkvøðunum. Tað fekk Gunnleviur Dalsgarð væl og virðiliga
Nevndarlimirnir Heini Joensen og Súni Selfoss stóðu fyri vali, og eisini teir vórðu afturvaldir.Til eyklimir vórðu vald Eimi Fossdalsá og Kartni Ravnsfjall.
Aðalfundurin samtykti eisini eina lóg, sum hevur til endamáls at styrkja Starvsmannafelagið. Higartil hevur bara formaðurin verið løntur formaður. Men nú hevur aðalfundurin samtykt, at eisini onnur í felagnum, kunnu fáa løn í styttri tíðarskeið til ávísar uppgávur
Beint eftir aðalfundin í Starvsmannafelagnum varð eisini aðalfundur í Samlagstryggingargrunninum. Har varð eisini nevndarval á skránni, og allir tríggir: Gunnleivur Dalsgarð, John Kjær og Jákup Danielsen vóru afturvaldi í nevndina fyri Samlagstryggingargrunnin. .