Skeinkiloyvi
Nú er u útslit til, at suðuroyingar fáa eitt stað afturat, har tað ber til at keypa øl og vín.
Mentanarhúsið, Stóra Pakkhús, í Vági, hevur søkt um at fáa matstovu og skeinkiloyvi til øl og vín.
Í Stóra Pakkhúsi verður skipað fyri alskyns tiltøkum, fundum, fyrilestrum, filmi o.s.fr. og nú er so eisini ætlanin at fáa matstovu og skeinkiloyvi til teir dagarnir, húsið er opið.
Loyvisnevndin hevur nú sent Vágs Kommunu umsóknina til ummmælis og Býráðið hevur nú samtykt at viðmæla, at Stóra Pakkhús fær skeinkiloyvi.