Tað stóra svartkjaftaskipið, sum fuglfirðingar ætlaðu at keypa, er nú gloppið teimum av hondum, í hvussu so er fyribils.
Tað er Sigurð Simonsen í Fuglafirði, sum hevur tikið stig til at fáa ein stóran svartkjaftatrolara til Føroyar.
Hann heldur, at tíðin nú er búgvin til aftur at fara undir at virka svartkjaft til matna í Føroyum.
Og til endamálið ætlaði hann at keypa eitt stórt svartkjaftaskip, sum kendi, norski stórreiðararnum Røkke eigur í Alaska.
Ætlanin við skipinum var at fiska svartkjaft og at virka hann til surimi umborð.
Talan var um ein verksmiðjutrolara, sum var heilar 94 metrar langur.
Hann kostar yvir 100 milliónir at keypa. Annars kostar tað yvir 300 milliónir at byggja.
Næstan 100 mans skuldi vera við skipinum.
Tað er bygt í 1974, men er síðani gjørt ístand, alt sum tað er, so at tað nú bara er skrokkurin eftir av upprunaliga skipinum.
? Talan er um eitt serbygt skip til at virka svartkjaft umborð.
Verksmiðjudekkið er 800 fermetrar.
Skipið kann frysta 140 tons um døgnið og gera 100 tons av slógvi til mjøl um døgnið, tað gevur um 20 tons av mjøli.
Um samøgurið kunnu teir gera 300 tons av sjógvi til fekst vatn a brúka í surimiframleiðsluni.
Báturin hevur 8.000 hestakreftur.
Reiðarin í Fuglafirði hevur bæði fingið innflutningsloyvi og fiskiloyvi til skipið og loyvi til at virka svartkjaft umborð.
Mangla eginpening
Sigurð Simonsen sigur, at hóast hann hevur arbeitt við ætlanini tað mesta av einum ári, noyðist hann at ásanna, at enn hevur tað ikki eydnast at fáa tann neyðuga eginpeningin til vega.
Men krøvini til eginpening eru eisini rættiliga stór.
? Vit skulu hava 21 milliónir eginpeningi og vit høvdu ongantíð vænta, at tað fór at vera lætt at reisa eina slíka risaupphædd.
? Lætt hevur tað heldur ikki verið og enn manglar okkum at útvega eini 25% av eginpeninginum, sigur Sigurð Simonsen.
Meginparturin av tí, sum er útvegaður, er fyrst og fremst fingin til vega innanbýggja í Fuglafirði, umframt frá Framtaksgrunninum og frá ymsum øðrum føroyingum, sum hava áhuga í eini slíkari ætlan.
Men fyribils er eisini steðgur komin í ætlanina.
Tí nú er tann ætlaði trolarin eisini gloppin teimum av hondum, í hvussu so er fyribils.
Felagið, sum átti hann, hevur nevniliga gjørt avtalu við eitt felag í Ný Sælandi um at leiga bátin í eitt ár til at royndarfiska eftir suðurhavssvartkjafti, sum er væl størri enn tann norðuratlantiski.
? Høvdu vit havt nóg mikið av eginpeningi, høvdu vit helst havt fingið bátin, men enn manglar okkum tær síðstu krónurnar. ? Men tað er, sum kunnugt tær síðstu krónurnar, sum eru tær tyngstu at útvega.
Sigurð Simonsen leggur tó dent á, at hóast steðgur er komin í ætlanina, er hon á ongan hátt slept.
? Hetta er ein ætlan, sum eg havi droymt um og trúð uppá í fleiri ár, so tað skal nógv til, áðrenn eg sleppi henni nú, sigur hann
Men eftir, hvat skilst, hevur hann uppgivið at útvega meiri eginpening í Føroyum.
Tískil ætlar hann sær at nú at royna at fáa útlendingar at seta pening í ætlanina.
? Útlendingar kunnu eiga 33% í føroyskum bátum. ? Men tað, sum okkum tørvar er, sum sagt, 25%.
Annars var ætlanin at talan skuldi vera um eina føroyska ætlan burturav.
Hann vísir eisini á, at øll lánifígging er føroysk, so tað verða bara nakrar fáar eginpeningskrónur, sum verða útlendskar.
Sigurð Simonsen sigur eisini, at skuldi tað hent, at hesin ætlaði báturin gleppur teimum heilt av hondum, hava teir gott eyga á einum øðrum. Tað er eitt eitt nógv betri skip- men tað er eisini dýrari og fer tí at herða krøvini til eginpening enn meiri, sigur hann.
Sí eisini greinina: Sigurð trýr uppá svartkjaftin