Stóran týdning fyri føroyskan fótbólt

Europa Cup: B36 formaðurin fegnast um, at hansara menn hava víst, at teir evna at vísa sama hugburð sum fulltíðar yrkisspælarar

Í morgin verður lutur kastaður í Monaco um, hvør skal dystast móti hvørjum í næsta umfarinum í UEFA Cup kappingini. Tað er ikki heilt lítil møguleiki fyri, at B36 verður við í hattinum, men tað verður einki umboð fyri B36 í Monaco í morgin.

­ Tað er skikkur, at feløgini, sum eru við í lutakastinum, eru til staðar, tá luturin verður kastaður, men tað hevur ikki verið umrøtt í felagnum, um vit skulu fara niður hagar. Okkara menn skulu í kvøld stríðast um rættin at taka lut, og skuldi tað hepnast hjá teimum at vinna, so fara vit at seta okkum í sambandi við felagið, vit skulu spæla ímóti, men tað verður ikki í sambandi við lutakastið, sigur Kristjan á Neystabø, formaður í B36.

B36 formaðurin var við í Turkalandi, og hann heldur, at avrikið hjá hansara monnum var so mikið gott ta ferðina, at tað er ikki veruleikafjart at rokna við einum góðum úrsliti í kvøld.

­ Okkara menn ætlaðu ikki at fáa eitt mál ímóti sær beinanvegin, men tað fingu teir. Tað gleðiliga var, at teir alíkavæl megnaðu at halda høvdið kalt og á sama hátt sum royndir yrkisleikarar at byrgja fyri størri tapi, enn at tað eigur at bera til at vinna tað mista aftur.


Hevði komið

øllum til góða

B36 formaðurin vísir á, at um tað skuldi eydnast hjá B36 at spælt seg víðari í europeisku kappingini, so kemur tað øllum føroyskum fótbólti ttil góða:

­ Hetta hevði verið eitt stig rætta vegin, soleiðis at skilja, at føroyskur fótbóltur hevði verið hægri styrkismettur, tá liðini í Europa Cup verða flokkað, og tað vil siga, at føroysku umboðini í europeisku kappingini høvdu í fyrsta umfari sloppið undan at spælt móti so góðum mótstøðuliðum, sum tey higartil hava spælt móti.

Um B36 megnar at spæla seg í næsta umfarið í Europa Cup, so verður fíggjarligi ágóðin 80 túsund sveisiskir frankar ella umleið hálvt fjórða hundrað túsund krónur.

­ Hetta hevði eisini verið ein stór avbjóðing, sum eg hevði unt spælarunum sera væl, sigur Kristjan á Neystabø, sum vónar, at stuðulin frá áskoðarunum verður stórur.

Atgongumerkini kosta eitt hundrað krónur, og teir í B36 vóna, at tað í hvussu so er fara at møta eitt túsund fólk upp at stuðla.