Stórar broytingar við Margáir

Lukasz Cieslewicz átti stóran leiklut, tá ið Víkingur vann ímóti EB/Streymi, sum ikki hevur brodd í álopsspælinum, tá ið Arnbjørn Hansen ikki er við

Á middegi í dag var venjingardystur við Margáir. Har er heimavøllurin hjá EB/Streymi nú, eftir at hann í nøkur ár hevur verið í Hólmanum á Eiði. Kringumstøðurnar við Margáir – bæði innandura og uttandura – eru dagførdar. Tær eru væl betri nú, enn tær vóru, tá ið EB/Streymur var á aldukambinum og vann FM bæði í 2006 og 2008.

Í dag var leikgongdin tann, at Víkingur var meiri á bóltinum, og gestirnir myndaðu meiri álopsspæl, meðan heimaliðið hevði ilt við at vinna seg til upplagdar málmøguleikar.

Víkingur vann 2-0. Málið í fyrra hálvleiki skoraði Finnur Justinussen úr stuttari fjarstøðu eftir fríspark úr vinstru. Seinna málið skoraði innskifti Ingi Jonhardsson.

Í báðum førum átti Lukasz Cieslewicz næstsíðsta fótin á. Hann var við í nógvum av fótbóltsspælinum hjá gestunum.

Ætlanin er, at Arnbjørn Hansen, sum er hjálparvenjari, eisini skal vera í EB/Streymaálopinum. Í dag var Arnbjørn ikki á vøllinum, og tað sást væl, at heimaliðið saknaði størsta álopstrumfin.

Petur Zachariassen, sum plagar at vera í miðverjuni, var í dag á miðvøllinum saman við Róa Olsen og Hjalta K. Djurhuus og Símun Sólheim, sum eru nýggir í felagnum.

Víkingur: Elias Rasmussen – Elias Lervig, Atli Gregersen, Vukasin Tomic, Bergur Gregersen – Gunnar Vatnhamar, Geza Turi – Arnbjørn Svensson, Lukasz Cieslewicz, Jákup Johansen – Finnur Justinussen
Rói Zachariassen – Bjarni Petersen, Poul G. Olsen, Árni G. Olsen, Ragnar B. Danielsen – Petur Zachariassen, Rói Olsen, Hjalti K. Djurhuus, Símun Sólheim – Teitur Olsen, Gutti Dahl-Olsen.

Í seinna hálvleiki vóru nógvar skiftingar.

Hjá EB/Streymi komu hesir á vøllin: Magnus Jarnskor, Magnus Heinason, Tóki H. Johannesen, Jónstein Magnussen og Høgni Hummeland.

Hjá Víkingi vóru hesir innskiftir í seinna hálvleiki: Noah Mneney, Ingi Jonhardsson, Hans Jákup Lervig, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Signar á Brúnni og eykamálverjin Sonni Højgaard.