Fyri tann stóra partin av Vestmanna bygd, sum hevur áhuga í hondbólti, verður sunnudagurin í mangar mátar heilt serligur. Bæði kvinnur og menn hava her møguleikan at gera nakað við stríðið í oddinum, har tey helst vilja vera ein av luttakarunum, men har tað higartil bert hevur eydnast kvinnunum at røkka hesum setningi í ár.
Avgjørt oddastríð
Og nú hava kvinnurnar so møguleika at leggja seg einsamallar á odda í deildini. Mótstøðuliðið er Stjørnan úr Klaksvík, sum eftir venjaraskiftið tíðliga á árinum veruliga hevur gjørt um seg. Somikið nógv, at liðið nú er á odda takkað verið einum betri málmuni enn VÍF, so sigast má í øllum førum, at talan er um avgjørda oddadystin í kvinnudeildini. Ikki minst verður spennandi at síggja, hvussu partarnir fáa eyðkenda kontraspælið at rigga. Fæst hetta í rættlag, so er einki at ivast í, at áskoðaranrir verða vitni til ein ferðmiklan, spennandi og undirhaldandi dyst, og so er spurningurin, hvør parturin í størstan mun megnar at halda dampinum uppi í samfullar 60 minuttir.
Tveir aðrir dystir eru eisini á skránni í kvinnudeildini. Meistaranrir úr VB, sum nú loksins tykjast hava fingið eitt nøktandi svar upp á útlendingamálið kunnu væntast at vera í nakað, sum líkist sterkastu uppstilling móti Kyndli. Og hetta eigur uttan stórvegis hóvasták at kasta tvey stig av sær.
Á Skála fær StÍF vitjan av Neistanum í tí, sum líkist einum dysti um, hvør skal sleppa at fylgja við tríbólkinum heilt frammi í oddinum. Her eydnaðist Neistanum fyri stuttum at basa StÍF á heimavølli, og so er spurningurin, hvørt tær eisini megna hetta á Skála.
VÍF hevur eingi ráð
Hjá monnunum verður sum sagt eisini talan um brak í Vestmanna. Her er talan um tey bæði liðini, sum hava drigið flestu sigrarnar í land seinastu árini, og tí er einki at ivast í, at talan fyri báðar partar er um dyst av tí heilt serliga slagnum.
Og hjá VÍF er hann kanska meira enn tað. Liðið hevur snøgt sagt ikki ráð at missa nakað sum helst, um sambandið við oddin skal haldast bara nøkunlunda við líka, men skal hetta verða so, so krevst undir øllum umstøðum, at liðið spælir meira enn ein góðan hávleik. Og ikki minst skulu teir møguleikar, sum koma í dystinum, gagnnýtast betri.
Í Hoyvík fer Neistin á vitjan hjá H71. Hoyvíkingarnir hava ikki gjørt stórvegis um seg í ár, men púra óvæntað megnaðu teir tó fyri stuttum at vinna á Kyndli. Spurningurin er so, hvørt teir eisini megna hetta móti hinum havnarliðnum, sum í sínum lag hevur eitt pláss í oddinum at berjast fyri.
Seinasti dysturin er uppi á Hálsi, har oddaliðið, Kyndil, tekur ímóti KÍF. Á pappírinum skuldi hetta ikki verið nakar trupul dystur hjá Kyndli, men sum liðið hevur spælt í ár, so tykjast allir dystir líka truplir. Móti hinum oddaliðunum stríðast leikararnir sum úlvar á skóg fyri sigrinum, og tá mótstøðan so ikki er eins hørð, tykist innsatsurin hjá einstaka leikaranum at falla tilsvarandi. Men skal liðið halda fast um oddasessin, so eru ikki ráð til fleiri av teimum mistøkunum, sum vórðu framd móti H71, og tað man eingin vita betri enn júst leikararnir.