Stórdystur til Eyðun og Andreas

Tá danska FCK um tvær vikur spælir móti Kópavági í 3. umfari av EHF-kappingini, verður tað við føroyskum dómarum

Hondbóltur

 

Talan er uttan samanbering um størstu avbjóðingina, sum Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen higar til hava fingið sum altjóða dómarar.

Talan er um dystin í 3. umfari av EHF-kappingini, og er lítið at ivast í, at FCK er stórfavorittur at spæla seg víðari. Danska felagið hevur seinnu árini styrkt hópin miðvíst, og í dag telur liðið fleiri altjóða profilar, sum ætlandi skulu lyfta liðið móti europisku hæddunum.

- FCK hevur eitt sera sterkt lið. Teir spældu um vikuskiftið móti meistarunum úr GOG, og vunnu tann dystin við fimm málum, og tað sigur nógv um styrkina hjá teimum. Íslendingar hava eisini stóra fysiska styrki, og tí koma vit at uppliva ein dyst, sum gongur fyri seg í eini nógv hægri leikferð, enn vit eru vanir við. Og tað er helst tað, sum vit eru mest spentir um, sigur Eyðun Samuelsen.

- Og sálarliga krevur tað eisini nógv av okkum, tá vit skulu fyrireika okkum til ein slíkan dyst. Vit skulu í øllum førum vera heilt uppi at koyra frá fyrsta bríksli. Og samstundis ræður um hjá okkum at halda beinini á jørðini. Vit skulu alla tíðina fyrireika okkum, sum um var hetta ein »vanligur« dystur. Men sjálvandi fyrireika vit okkum meira, tá vit eru saman í døgunum upp til ein dyst. Í Føroyum hevur tú jú eisini vanliga gerandisdagin at taka atlit til, og tí fært tú betri savna tankarnar til eina slíka uppgávu, Eyðun.

Hann og Andreas F. Hansen fara til Íslands fríggjadagin 16. november. Dysturin millum Kópavág og FCK verður spældur sunnudagin 18. november.