Stóri møguleikin hjá FCK

Todi Jónsson hevur týskvøldið møguleika at gera fyrsti føroyingurin, sum vinnur sær rætt at luttaka í UEAF-Champions League


 

Europa-Cup


Tær 200.000 krónurnar, sum spælararnir hjá FCK fáa útgoldið, um teir standa royndina týskvøldið, eru smápengar aftur ímóti tí, sum felagið kann vinna, um teir vinna seg fram til fyrra bólkaspælið fyri meistarar.


Pengamaskina

Sonevnda Champions-League, sum við tíðini er komin at umfata nógv meira enn bara meistaraliðini, hevur nú í eitt tíggjuára skeið ment seg til at gerast ein sonn pengamaskina hjá stóru europeisku feløgunum.

Tað er eisini eftir ynski frá hesum, at UEFA hevur latið seg trýst til verandi kappingarformin, og tíverri má sigast, at hetta er hent upp á kostna av teimum smærru feløgunum.

Í europeiskum høpi verður FCK eisini framvegis rokna millum hesi smærru feløgini, men um Flemming Østergaard og hansara menn fáa sín vilja, so verða hvítu leyvurnar ikki verandi ímillum tey smáu.


Gott útgangsstøði

Pengar skulu tó til, og tí er tað týdningarmikið hjá FCK at koma til bólkaspælið, tó at uppgávan valla kundi verið størri enn hon er týskvøldið.

Lazio hevur bert eina ferð vunnið eina kapping í europeiskum høpi, men seinnu árini hevur felagið veruliga ment seg til eitt av teimum stóru í Italia, og harvið eisini í Europa. Hetta sæst eisini aftur í stjørnusetta leikarahópinum. Har eru fleiri leikarar, sum hvør sær verða virðissettir væl hægri á fótbóltsmarknaðinum enn samlaði hópurin hjá FCK, men tíbetur er tað soleiðis í fótbólti, at ein rúgva av pengum ikki merkja tað sama sum gull og heiður.

FCK hevur nevnliga eitt hampuliga gott útgangsstøði, tá teir fara á Olympiska leikvøllin í Rom. 2-1 sigurin í Parkini var í øllum førum nakað, sum fótbóltsáhugað runt í Europa løgdu merki til, og hóast Lazio má metast at hava fyrimun av útivallarmálinum í Parkini, so skulu teir framvegis vinna fyri at koma víðari.


Tørvur á skjótum monnum

Hetta ger eisini, at tað tykist vera sannlíkt, at rúmd verður Toda Jónsson við síðuna av Sibusiso Zuma í FCK álopinum. Eisini hóast føroyski landsliðsleikarin bert hevur spælt ein lítlan hálvleik av superligabólti hetta kappingarárið.

Tað er nevnliga lítið at ivast í, at tað verður Lazio, sum fer at trýsta týskvøldið, meðan FCK so má dúva upp á snarálopini, og júst til tað spælið munnu tað vera fáir spælarar í Danmark, sum eru betri enn Todi Jónsson.

Skjóti rykk hansara við bóltinum kunnu væl hugsast at vera lykilin, sum skal lata italsku verjuna upp,. Aftasti maður hja italienarunum, tann í Føroyum so væl kendi Sinisa Mihajlovic, er so avgjørt ikki vorðin skjótari við árunum, og megnar hann neyvan at kapprenna við Toda, um møguleikin kemur.

Á heimavølli, tá Todi var skaddur, var tað Heine Fernandez, sum var á álopinum saman við Zuma, og gjørdist hann eisini matcvinnari, tá hann høgdi ein leysan bólt í málið úr stuttari fjarstøðu. Júst hetta við at lúra inni í brotsteiginum er avgjørda styrkin hjá Heine, men tað verður neyvan við slíkum spæli, at FCK skal skora hesaferð, og tí tykist tað sannlíkt, at Todi verður við frá fyrsta bríksli.


Eru væl fyri

Hóast FCK ikki hevur havt nøkur serlig úrslit síðani sigurin á Lazio, so er lítið at ivast í, at góðskan á spælinum verður lyft fleiri stig týskvøldið.

Sálarliga hevur tað við vissu órógvað leikararnar, at hesin týdningarmikli dysturin stendur fyri framman, og at leikararnir eru til reiðar at tørna út, er lítið at ivast í.

Eftir at Todi er vorðin til reiðar at spæla, eru tað nú bert Christan Lønstrup og Pascal Simposon, sum eru á skaðalistanum, og hóast serliga Lønstrup hevur ein týðandi leiklut á liðnum, so er hópurin somikið breiður, at hann kann bera hesa fráveruna.

Eisini Lazio tykjast tó at vera væl fyri, og undir øllum umstøðum mugu teir roknast sum favorittar at koma víðari. Enn er italska kappingin ikki byrjað, men venjingarstøðan hjá italiumonnunum er tvær vikur betri nú, enn hon var í Parkini, so einki er at ivast í, at trýstið á FCK verjuna verður stórt.

Stórsta trýstið er tó á spælarunum hjá Lazio. FCK kann væl liva við at fara út úr kapipngini, og ístaðin taka lut í ikki heilt so fínu UEFA-kappingini .Tað kann Lazio ikki. Felagið hoyrir sum sagt heima millum tey stóru í Europa, og eitt farvæl til meistarakappingina merkir helst ein peningamiss upp á hundratals milliónir, og ikki minst fer tað at geva teimum eitt stórt minus í europeisku karakterbókini.

Danska sjónvarpsrásin, TVDanmark, sendir dystin beinleiðis, so føroyingar, sum hava atgongd til eina parabol við digitalum dekodara, kunnu fylgja við, tá FCK og vónandi Todi Jónsson skulu royna seg í Italia.