Stúrir ikki fyri fakligum skilna

Súsanna Mortensen, rektari á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum, stúrir ikki fyri, at broytingin í útbúgvingini fer at skapa fakligan skilna millum sjúkrarøktarfrøðingar.
- Mest sannlíkt er tað, at hetta skiftið fer at skapa eitt mennandi kjak og eitt nýtt forvitni kring fakið, heldur Súsanna

Síðani nýggja bachelorútbúgvingin í sjúkrarøktarfrøði gjørdist veruleiki, hevur hetta sett munandi størri og øðrvísi krøv til bæði undirvísarar og námsfrøðiligu tilgongdina til fakið. Súsanna Mortensen er rektari á skúlanum og hevur millum annað námsfrøðiligu ábyrgdina av útbúgvingini um hendi.
Størri tilvitan
At lyfta ein yrkisútbúgving upp á akademiskt støði, er ikki nakað, sum hendir frá degi til dags. Hetta hevur verið ein lang tilgongd, og enn eru nógvar menningaruppgávur eftir at loysa. Súsanna Mortensen er tó stak væl nøgd við tey úrslit, sum eru rokkin og royndirnar við nýggju útbúgvingini higartil. Allir lærararnir hava nú neyðugu master- ella kandidatútbúgvingarnar, og næmingarnir hava verið skjótir at laga seg til nýggju frálæruna.
- Vit sóu rættiliga skjótt, at nýggja akademiska tilgongdin til fakið endurspeglaðist í uppgávunum, sum næmingarnir lótu inn. Tað er heilt týðiligt, at næmingarnir nú fyrihalda seg munandi meir tilvita til tað vísundaástøðið, sum útbúgvingin byggir á, og at háttalagið er vorðið meir akademiskt, sigur Súsanna. Hon leggur afturat, at sagt á ein hátt fáa næmingarnir ikki longur útbúgvingina, men taka hana nettupp út frá øktu tilvitanini um, hvussu tú tilognar tær nýggja vitan. Hendan tilgongd tykist eisini verða meir í tráð við væntaninar og krøvini hjá nútímans lesandi, heldur Súsanna, sum kann staðfesta, at hækkaða støðið í øllum førum ikki hevur rætt næmingar frá at søkja á skúlan. Ikki færri enn 61 umsóknir vóru til tey 22 plássini í flokkinum, sum byrjar í februar 2006.
Stúrir ikki fyri fakligum skilnaði
Hóast broytingin í útbúgvingini er stór, stúrir Susanna ikki fyri, at hetta fer at skapa fakligan skilna millum sjúkrarøktarfrøðingar við gomlu og nýggju útbúgvingini.
- Tað vísir seg, at tað, sum ofta hendir millum starvsfólk í einum slíkum skifti, er at eitt kjak uppstendir um, hví man ger, sum man ger. Hetta kann bara verða mennandi og fer uttan iva at skapa eitt størri forvitni kring fakið frá báðum síðum, sigur Súsanna. Hon leggur afturat, at vit eiga at ansa eftir, at vit ikki undirmeta virði á teimum drúgvu royndum, sum eldri sjúkarrøktarfrøðingar hava fram um onnur.
- Vit kenna øll tann vælkvalifiseraða praktikarin. Slíkar hava vit nógvar av innan sjúkrarøktarfrøðina í Føroyum. Uttan iva hevur hetta eisini gjørt sítt til, at føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar eru so nógv eftirpurdir aðrastaðni. Tær hava nevniliga ikki bara eina sera breiða vitan, men eru heldur ikki bangnar fyri at handla, sigur Súsanna.
Í løtuni verður arbeitt við at skipa ymisk endurútbúgvingartilboð til tey, ið hava tikið útbúgvingina eftir gomlu skipanini. Enn er alt ikki komið uppá pláss, men gongst sum ætlað, verða hesi tilboð á onkran hátt tvinnaði saman við nýggju útbúgvingina. Súsanna er ikki bangin fyri, at eldru sjúkrarøktarfrøðingarnir ikki fara at halda seg fram at hesum tilboðum, tí líka síðani nýggja útbúgvingin fór í gongd, hava nógvir fyrispurningar verið um møguleikan fyri dagføra gomlu útbúgvingina. Enn er tað tó ikki eitt krav, at eldru sjúkrarøktarfrøðingarnir endurútbúgva seg, men eitt tilboð, sum eftir ætlan verður klárt at bjóða fram í 2007.