Stórir møguleikar við toskaaling í Føroyum

Støðuga hitalagið í sjónum kring Føroyar ger oyggjarnar væl egnaðar til toskaaling, samstundis sum toskur av Føroyabanka eftir øllum at døma er sera væl egnaður sum alifiskur

Toskaaling

 

Áhugin at ala tosk í Føroyum hevur verið vaksandi seinnu árini. Hesin áhugi er ikki minst komin til sjóndar eftir, at eitt nú norðmenn og íslendingar so smátt eru byrjaðir at fáa lønsemi í hesa framleiðslu. Enn er tó ikki komið á mál, og enn dragast nógvar fyritøkur við “reyð” tøl á botnlinjuni. Men arbeitt verður framhaldandi við teimum trupulleikum, sum toskaalingin hevur fram um aling av eitt nú laksi og sílum, sum alivinnan kennur betur.

Feløg, sum arbeiða í alivinnuni, meta, at stórt potentiali liggur í toskaaling, sum er eitt gott alternativ til laksa-og sílaaling. Í okkara grannalondum hevur nógv orka verið nýtt til at menna toskaaling. Hetta skuldi eisini komið okkum til góðar, sum eru seinni á veg við hesi aling.

 

Góðar fyritreytir

Kønir meta, at støðuga hitalagið í sjónum kring Føroyar ger oyggjarnar væl egnaðar til toskaaling, samstundis sum toskur av Føroyabanka eftir øllum at døma er sera væl egnaður sum alifiskur. Føroyskar royndir við aling av toski í nítiárunum vístu, at hesin fiskur hevur sera góðar vakstrareginleikar, eins og fleiri vísundaligar greinar vísa á, at toskur av Føroyabanka hevur framúr góðan vøkstur.

Fiskaaling hevur gjørt sítt til, at aling av toski í Føroyum kann koma skjótt og effektivt í gongd. Felagið hevur neviliga sett eina 3-ára ætlan fyri framleiðslu av toskayngli út í kortið. Henda ætlan fevnir í fyrsta lagi um árini 2006, 2007 og 2008. Tá toskaalingin í Føroyum er komin væl í gongd, er ætlanin, at alivinnan skal yvirtaka yngulframleiðsluna. Tó er ikki vist, at Fiskaaling ikki fer at leingja um sína verkætlan, soleiðis at hon fevnir um eina tíð aftrat.

Allur toskayngulin, sum Fiskaaling framleiddi í 2006, varð seldur. Talan var um 100.000 yngul til aling í nótum á Árnafiðri og 38.000 yngul til aling í kørum í Hvalba.

 

Nýggj aliøki

Enn er ógjørligt at siga, hvussu umfatandi toskaalingin kring Føroyar kann gerast, tí í løtuni verða flestu aliøki nýtt til aling av laksi og sílum.

Hinvegin er hugsandi, at fæst lønsemi í toskaalingina, verða møguleikar skaptir fyri fleiri aliøkjum til tosk, og óhugsandi er ikki, at henda aling í framtíðini kann samantvinnast við aling av laksi og sílum.