So er tað staðfest, sum seinastu dagarnar hevur ligið í kortunum. Einasti føroyski stórmeistarin í talvi, Helgi Dam Ziska, hevur seinnapartin tryggjað sær FM heitið fyri einstaklingar í 2017.
Hetta er triðja ferðin, at Helgi vinnur FM fyri einstaklingar. Fyrsta ferðin var í 2008. Onnur ferðin var í 2011. Umframt 2008 og 2011 er 2009 einasta árið, sum Helgi Dam Ziska hesi seinastu sjey árini hevur luttikið í FM. Í 2009 endaði hann á triðja plássi.
2017 sigurin var sera sannførandi. Í dag vann Helgi Dam Ziska við svarta fólkinum á Martini Poulsen. Talvið milllllum John Rødgaard og Høgna Egilstoft Nielsen endaði javnt.
Úrslitið í FM í talvi fyri einstaklingar í 2017
Helgi Dam Ziska 4 ½ stig
Høgni Egilstoft Nielsen 3 stig
John Rødgaard 2 ½ stig
Martin Poulsen 2 stig