Størri og flottari Honda Accord

Nýggi Honda Accord er vorðin ein størri og flottari bilur við komforti og koyrieginleikum í serklassa. Vit royndarkoyra toppmodellið Accord 2,4 Executive við allari hugsandi útgerð

Honda Accord eru komnir í eini heilt nýggjari útgávu, sum hóast hann líkist forgangaranum er bæði longri og breiðari enn forgangarin. Hesin er áttanda generatión síðan 1976.


Honda Accord hevur altíð verið ein bilur, sum kappingarneytarnir hava havt virðing fyri, bæði tí at at talan er um ein sera væl gjørdan og væl útgjørdan bil í allar mátar.


Tað fyrsta ein leggur til merkis við nýggja Accord, er at hann er heilar 8 cm breiðari enn forgangarin. Hetta sæst eisini aftur í kabinuni, sum er munandi meira rúmlig enn á forgangaranum.

Komfortur og kvaliteturin er á sera høgum støði í kabinuni, sum er ergonomiskt og smart designað.


Accord fæst við tveimum bensinmotorum: 2,0 litra við 156 hk, 2,4 litra við 201 hk, og einum 2,2 litra dieselmotori við 150 hk.


Bilurin vit roydarkoyrdu var toppmodellið Accord 2,4 Executive, við allari hugsandi útgerð, hann hevur t.d. leðurkabinu, 5-trins automatgir við girskifti í rattinum, navitatiónsanlegg, bakkikamera, parkeringssensorar aftan og framman, xenon forlyktir, el-sóltak, forsetur við el-stilling og memoryfunktión. Hesin bilurin kostar 475.750 krónur. Honda Accord verður eisini gjørdur sum Tourer, ið er stationcar útgávan.


Honda Accord kann síggjast og roynast hjá Norðbil við Oyggjarvegin. Prísirnir byrja við 350.750 krónum.