Tá fyrsti Mercedes-Benz M kom á marknaðin í 1997, hevði hann ikki nógvar kappingarneytar. Men hesi árini síðan er marknaðurin fyri SUV bilar nærmast eksploderaður.
Bilar sum t.d BMW X5, Volvo XC90 og Porsche Cayenne eru nakrir av størstu kappingarneytunum hjá M-klassanum hjá Mercedes-Benz.
Hóast nýggi Mercedes-Benz M er vorðin størri og betri útgjørdur, er sjálvur bilurin vorðin væl lættari, við tað at hann nú hevur sjálvberandi karossarí í mun til forgangaran, sum hevði chassisrammu.
M-klassin verður drivin av øllum fýra hjólunum og fær nú eina heilt nýggja 4x4 skipan sum deilir motormegina 50/50 prosent undir vanligari koyring. Bilurin skaffast eisini við einum off-road pakka við luftfjaðraskipan, har fríhæddin kann broytast 15 cm og 100 prosent sperru millum for- og bakhjólini og reduktiónsgir.
Allir Mercedes-Benz M hava 7-trins automatgir, við girskifti á rattstammuni, sum standard.
Í fyrstu atløgu fæst bilurin við fýra ymiskum motorum og útgávum. Dieselútgávurnar: 280 CDI við 190 hk/440 Nm, og 320 CDI við 224 hk/510 Nm, og bensinútgávurnar: ML350 við 272 hk/350 Nm, og ML500 við 306 hk/400 Nm.
Nógv er gjørt burtur úr kvalitetinum, eisini í kabinuni sum nú er størri og rúmligari enn á forgangaranum.
Myndatekstur:
1.
Hóast nýggi Mercedes-Benz M líkist forgangaranum er designið nýtt og smart