Annan dagin á rað hevur føroyska talvlandsliðið vunnið stórsigu. Í gjár ruddaðu føroyingarnir borðið, tá ið teir vunnu 4-0 á Papua Ný Guinea, og í dag hava teir vunnið 3 ½ - ½ ímóti Niðurlendsku Antillunum. Síðsta talvið er júst liðugt.
Helgi Dam Ziska, John Rødgaard og Rógvi F. Nielsen vunnu, og á fjórða borði endaði tað javnt hjá Jóan Hendriki Andreasen, sum togaðist rættuliga leingi. Mótstøðumaðurin hevði bisp og tvær finnur, og Jóan Hendrik Andreasen hevði riddara og eina finnu í dramatiskum endaspæli.
Allir teir føroysku telvararnir hava hægri styrkistal, enn mótstøðumenninir í dag hava.
At tað ikki altíð gongur, sum styrkistølini kundu bent á, at tað fer at gera, er avrikið hjá íslendingum í dag dømi um. Ísland telvaði í dag ímóti Peru. Allir teir íslendsku telvararnir uttan ein hava hægri styrkistal enn mótstøðumenninir úr Peru. Tí var tað vónbrot hjá íslendingum, at teir í dag taptu 3 ½ - ½.
Talv olympiadan er í Istanbul ella Miklagarði, sum víkingarnir róptu stóra býin í Turkalandi.
Kappingin endar sunnudagin.