Stórsigur til kyndilskvinnur

Steypakapping: Kyndilskvinnur hava spælt seg í hálvfinalurnar við fullum stigatali

Ein kvinnudystur er spældur í Faxe Kondi-kappingini í dag. Í Hoyvíkshøllini tók H71 ímóti Kyndli, sum undan dystinum hevði fult stigatal frá sínum fyrstu tveimum dystum í bólkaspælinum. Sostatt høvdu kyndilskvinnur møguleikan at vinna bólk 2 við fullum stigatali, um tað sum væntað eydnaðist Kyndli at vinna favorittsigur í dagsins dysti.

 

Og møguleikan gagnnýttu kyndilskvinnur. Longu í fyrra hálvleiki var eyðsæð, at talan var um dyst ímillum eitt 1. deildarlið og eitt oddalið í Hvonndeildini. Kyndilskvinnur løgdu grundina undir sigrinum við at fara til hálvleiks á odda 16-6. Í seinna hálvleiki vaks munurin ímillum liðini enn meir, og endin var tann, at Kyndil vann 31-13.

 

H71 fer úr steypakappingini við ongum stigi, men hetta kemur ikki óvart á, tí at liðið er mannað við ungum leikarum, sum eftir ætlan fyrst í komandi kappingarári skulu taka stigið frá at spæla í 1. deild til at spæla í Hvonndeildini.

 

Úrslitið gevur hesa støðuna í bólki 2, áðrenn VB og Stjørnan spæla síðsta dystin í bólkinum í morgin:

 

1. Kyndil 6 stig

2. Stjørnan 2 stig

3. VB 2 stig

4. H71 0 stig

 

Avgerandi dysturin ímillum VB og Stjørnuna í Vági verður varpaður út á Rás2 í morgin. Dystarbyrjan er klokkan 15.

 

Málskjúttarnir í kvinnudystinum í  Hoyvíkshøllini vóru hesir:

 

H71-Kyndil 13-31 (6-16)

 

H71: Marita Mortensen 4, Fía Hoydal 3, Durita Toftum Joensen 3, Anna á Steig 2 og Sanna Gunnarstein 1.

 

Kyndil: Bjarta Johansen 7, Turið Arge Samuelsen 5, Bára Krossteig Hansen 3, Súna Krossteig Hansen 3, Anja Eliasen 2, Anja Hammer 2, Birita Mortansdóttir 2, Lea Durhuus 2, Anna Brimnes 2, Eyðleyg Súnadóttir 1, Maja Dragoljubovic 1 og Gudrun Restorff 1.