Stórsigur til VB

Royndu leikararnir hjá VB prógvaðust at vera ein alt ov stórur biti hjá ungu leikarunum hjá StÍF. VB vann við nærum tvífalt so nógvum málum sum StÍF

HONDBÓLTUR

Sunnudagin hittust kvinnurnar hjá StÍF og VB á Skála. Kvinnurnar úr Vági vóru greiðir favorittar frammanundan, og tær livdu eisini upp til vónirnar. Tað fóru nevniliga suður aftur við tveimum stigum og stórsigri í viðførinum.
Munurin á liðunum sást beinanvegin. VB dróg frá, og tær hugdu ikki afturum seg. Royndu leikararnir hjá VB vóru betri enn ungu óroyndu leikararnir hjá StÍF hendan dagin.

Svava toppskjúti
Daiva var aftur sera góð fyri VB. Hon skeyt nógv mál. Málverjin Asta stóð seg eisini sera væl.
Svava Vestergaard hjá VB spældi ein sera góðan dyst og gjørdist toppskjútti við 11 málum.
StÍF hevur sera ungar evnaríkar leikarar, sum tó enn mangla royndir. Síðstu løtuna stillaðu tær við einum liði, sum tað sama kundi spælt í kappingini fyri kvinnuunglingar, tí at miðalaldurin var so lágur.
Hóast VB var nógv betri enn StÍF sunnudagin, so kunnu ungu leikararnir hjá StÍF hava eina góða framtíð, um tær framvegis verða hildnar til.
Tær tykjast enn at vera smædnar, tá ið tær skjóta, og tí møtti málverjin hjá VB nógvum skotum, sum vóru hálvvánalig.

Ninna best hjá StÍF
Einasti leikari hjá StÍF, sum veruliga spældi upp til VB leikararnar, var Ninna Johansen, sum vísti sjálvsálit til at bróta ígjøgnum og skjóta upp í hornini.
Tað sær nú gott út hjá VB, men tær koma at møta torførari mótstøðu enn sunnudagin. Móti endanum av dystinum sunnudagin slakkaðu tær nógv av og mistu bóltin alt ov lætt. Hetta hava tær ikki ráð til, tá ið tær møta Neistanum ella Stjørnuni. Men VB hevur gott fólk, og við einari væl leikandi Daivu kunnu tær vinna á øllum.
StÍF stríðist í botninum, og tær kunnu helst ikki gera sær vónir um at fáa nakað serligt burturúr kappingarárinum. Tær skulu heldur líta frameftir og halda á at menna ungu leikararnar, so at tær kunnu bjóða teimum stóru av um nøkur ár.

Fakta:
Málskjúttar:
StÍF:
Ninna Johansen 7, Rebekka Justinussen 7, Fríðrún Danielsen 2, Sólfríð Christiansen 1, Anna B. Danielsen 1
VB:
Svava Vestergaard 11, Daiva Tuomaite 8, Teresa Joensen 6, Laila Jespersen 4, Ivana Ljubicic 3, Jona Thorsteinsson 2, Ruth Lisberg 1, Una Egilsdóttir 1, Asta Armonaviciute 1
Útvísingar: StÍF 1, VB 2