Kristina Háfoss
??????????????
?Høgt at flúgva, djúpt at falla?. Nakað soleiðis kann gongdin fram ímóti føroyskum sjálvræði seinastu árini lýsast. Frá at vera so sera nær málinum, stendur nú størsta afturstig Føroya á sjálvstýrisleið í nýggjari tíð fyri framman.
Nýggjar lógir - skelkandi innihald
Nýggja heimastýrislógin (yvirtøkulógin) og uttanríkispolitiska heimildarlógin eru lagdar fyri Løgtingið, nú beint áðrenn summarsteðgin. Endamálið tykist vera at skunda lógirnar ígjøgnum uttan nakra serstaka viðgerð millum føroyingar, í fjølmiðlunum og heldur ikki á Løgtingi. Og hetta er væl skilligt, tí verða uppskotini lisin ígjøgnum (serstakliga donsku útgávurnar) gerst beinanvegin púra greitt, at talan er um lógaruppskot, ið kunnu verða til skaða fyri Føroya Løgting, Føroya land og Føroya fólk.
Einasti veruligi fyrimunurin er, at partarnir eru samdir um eina umsitingar-liga mannagongd í sam-band við yvirtøkur, har før-oyingar kunnu yvirtaka ávís mál, tá hetta verður ynskt. Hetta er tó ein semja, ið kundi verið staðfest í umsitingarligari avtalu. Burtursæð frá hesum tala nýggju lógirnar fyri seg, og talan er í fleiri førum um rættuliga skelkandi innihald. Brot úr viðmerking-unum til uttanríkispolitisku heimildarlógina, og eisini úr fylgiskjølum til yvirtøkulógina, skulu hervið verða endurgivin og viðmerkingar gjørdar.
Krav um grundlógarbroyting - ein framtíðar forðing
?Det ville derfor forudsætte en grundlovsændring, hvis Færøerne statsretligt skulle have adgang til på egne vegne at handle i mellemfolkelige anliggender?. Tað tykist undarligt, at Fólkatingið og Løgtingið nú skulu staðfesta, at neyðugt er við danskari grundlógarbroyting um Føroyar skulu hava sjálvstøðugan uttanríkispolitikk. Serfrøðingar innan danskan statsrætt hava annars higartil ikki mett tað verða neyðugt við danskari grundlógarbroyting, um Føroyar gerast fullveldis-ríki.
Við hesi staðfesting vilja Fólkatingið ? og Løgtingið, um hetta samtykkir ríkislógartilmælini ? ikki bert forða fyri sjálvstøðugum føroyskum uttanríkispolitikki, men møguliga eisini óbeinleiðis staðfesta, at neyðugt verður við danskari grundlógarbroyting áðrenn Føroyar kunnu gerast sjálvstøðugt land. Um so verður, krevst serstøk donsk fólkaatkvøða, fólkatingsval umframt samtykt frá tveimum fylgjandi Fólkatingum. Hetta kann koma at leggja stórar forðingar í vegin fyri Føroyar í framtíðini.
Danmark og ES felags uttanríkispolitikk
?Der vil dog kunne tænkes også fremover at opstå tilfælde, hvor Danmarks deltagelse fuldt ud er dækket af EU, og hvor Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne derfor vil kunne optræde som en selvstændig part i medfør af fuldmagten.? Tvs. at tá Danmark í framtíðini verður umboðað av ES í altjóða høpi, skulu Føroyar ikki umboða seg sjálvar (tí til tess krevs sambært dønum ein donsk grundlógarbroyting) men ?Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne?. Hetta er ein fullkomiliga óvirðilig støða at seta føroyingar í. Sjálv-sagt skulu føroyingar tá sjálvir umsita uttanríkispolitikk Føroya og umboða Føroyar, ikki ?Kongeriget Danmark?, í altjóða høpi. Tá danir kunnu lata ES umsita danskan uttanríkispolitikk, so kunnu danir sanniliga eisini lata føroyingar umsita føroyskan uttanríkispolitikk ? uttan grundlógarbroyting.
?Kongeriget Danmark
er ét folkeretssubjekt
? én stat?
? Såvel statsretligt som folkeretligt er Kongeriget Danmark ét folkeretssubjekt.?
?Danmarks Riges Grundlov forudsætter, at Kongeriget Danmark er ét folkeretssubjekt (én stat).?
?Aftaler, som indgås i medfør af § 1, betegnes som aftaler mellem enten ?Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne? eller ?Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne og Grønland?. Disse betegnelser viser, at Færøernes landsstyre henholdsvis Færøernes landsstyre og Grønlands landsstyre handler på hele rigets vegne og ikke som et selvstændigt folkeretssubjekt.?
Harvið verður fleiri ferðir og so dyggiliga staðfest, at føroyingar ikki eru tjóð við veruligum sjálvsavgerðarrætti sambært fólkarættinum.
Ein røð av forðingum
Hesi lógaruppskot tala soleiðis fyri seg, og áseta eina røð av forðingum og avmarkingum fyri føroyingar. Onnur dømi eru hesi brot úr viðmerkingunum til uttanríkispolitisku heimildarlógina:
a)?at lovforslaget ikke begrænser udenrigsministerens og de danske myndigheders udenrigspolitiske kompetence for så vidt angår Færøerne ? og be-varer fuldt ud beføjelserne efter grundloven til at føre forhandlinger og indgå folkeretlige aftaler både for riget som helhed og for enkelte rigsdele?
b)?Regeringen vil også fortsat skulle forhandle og indgå aftaler, der finder anvendelse for Færøerne, i en lang række tilfælde, ikke mindst multilaterale aftaler om sundhed (WHO), fødevarer (FAO), kultur (UNESCO) m.fl.?
c)?det vil normalt være Kongeriget Danmark, der er medlem af den pågældende organisation, og medlemskabet vil også dække Færøerne.?
d)?ikke gælder for folkeretlige aftaler, der forhandles inden for en international organisation, som Kongeriget Danmark er medlem af.?
e)?_der vil ikke være tale om en egentlig over-ladelse af beføjelser til at handle i mellemfolkelige anliggender. Regeringen vil derfor fortsat have udenrigspolitisk kompetence også i de anliggender, der omfattes af en bemyndigelse til det færøske landsstyre.
Heimastýrislógini §8 gevur fleiri møguleikar
?§8_Eftir samráð við føroyska heimastýrið verður í teimum einstøku førunum givið heimastýrinum høvi til at røkja Føroya serligu áhugamál við tingingum við útheimin um handils- og fiskivinnusemjur.
Har talan er um serlig føroysk mál, kann uttanríkisráðharrin, um tað ikki er hildið ósambarligt við áhugamál ríkisins, heimila umboðsmonnum heimastýrisins, um ynski verður sett fram um tað, til beinleiðis at tinga undir viðvirkan av uttanríkistænastuni.?
Grein 8 er greinin í heimastýrislógini, ið viðvíkir uttanríkispolitikki Føroya. Talan er um eina orðing, ið hevur nógv fleiri møguleikar og munandi færri avmarkingar við sær, enn nýggja uttanríkispolitiska heimildarlógin. Hvat er tá vunnið við nýggju lógini ?
Føroyar gera í dag avtalur við onnur lond, eitt nú innan fiskivinnu- og handil. Eisini hava Føroyar í dag eitt nú atlimaskap í altjóða felagsskapi undir ST (IMO). So um tað er hetta, ið ynskt verður at hava møguleika fyri, hví góðtaka lóg, ið er nógvar ferðir meira avmarkandi enn heimastýrislógin ?
Samanumtikið kann staðfestast, at nýggju lógirnar:
?ikki lata upp fyri nøkrum sum helst nýggjum, ið ikki kann verða framt við verandi heimastýrislóg og umsitingarligum avtalum,
?staðfesta at Føroyar eru undir donsku grundlógini, og eru partar av danska eindarríkinum,
?áseta at Føroyar ikki kunnu samráðast vegna Føroyar, bert vegna kongaríkið,
?staðfesta, at tað í danska kongaríkinum (Føroyar, Grønland og Danmark) bert er ein tjóð,
?áseta nógv fleiri ítøki-ligar treytir og bindingar enn verandi heimastýrisskipan,
?staðfesta enntá, at Føroya Løgting bert hevur ?regeludstedende kompetence?, ið er ?delegeret? frá ?lovgivnings-magten?.
Innanríkispolitiska avmarkingarlógin
Talan er sostatt um, at Føroyar fáa eina nýggja heimastýrislóg, umframt eina uttanríkispolitiska heimildarlóg, sum í veruleikanum er ein nýggj innanríkispolitisk avmarkingarlóg.
Alt tað, ið stríðst hevur verið fyri á sjálvstýrisleið seinastu mongu ártíggini verður við hesum lógum gjørt til onkis, og verða Føroyar verri fyri við nýggju lógunum enn við heimastýrislógini.
Nú er lættari at skilja hvat løgmaður meinti, tá hann herfyri lýsti nýggju lógirnar at verða størstu hending í Føroya søgu síðan heimastýrislógina. Tí talan er veruliga um eina stóra hending.
Fyri fyrstu ferð síðan heimastýrislógina síggja vit stór, ítøkilig, lógarfest afturstig á sjálvstýrisleið.