Tað var eitt stórt navn, ið fyrireikararnir til Summarfestivalin í Klaksvík kundu avdúka á tíðindafundi í morgun.
Westlife er navnið, og bólkurin er mest seljandi bólkur seinastu tíggju árini, so tað var ikki uttan stoltleika, at teir báðir, Eirik Biskopstø og Steintór Rasmussen, bóru tíðindini.
- Westlife er ein bólkur, sum verður nógv spældur í Føroyum og sum nógvir føroyingar dáma. Tá ein bólkur er heimskendur, so hevur hann eisini fjepparar um allan heim og tískil eisini í Føroyum, og eg haldi eisini, at Westlife hevur eina serliga sterka støðu her í Føroyum, sigur Steintór Rasmussen, fyriskipari.
Bólkurin hevur selt 45 milliónir fløgur.
- Tað sigur so mikið sum, at bólkurin hevur eina góða vøru, ikki bert í eitt stutt tíðarskeið, men yvir fleiri ár, sigur Steintór Rasmussen.
Tað er eingin verri enn Simon Cowell, ið er upprunamaður til Westlife.
- Tað var jú Brian McFadden, ið var við til at sparka Summarfestivalin í gongd í 2005, og tá spurdu fólk, um tað ikki var eitt hugskot at fáa ta orginalu vøruna hendanvegin. Brian McFadden var jú upprunaliga ein av limunum í Westlife, sigur Steintór Rasmussen.
Og tað var longu tá, at tankin spratt at royna at fáa Westlife til Føroya.
Í prime-time
Westlife er eftirhondini ein gamal bólkur, og teir hava gjøgnum tíðirnar givið ikki færri enn tíggju fløgur úr.
- Fyrstu ferð eg hoyrdi Westlife var við lagnum »Seasons in the Sun« hjá Terry Jacks, og tá sló tað meg, at bólkurin var so melodiøsur og teir sungu so væl, sigur Steintór Rasmussen.
Westlife er kendur fyri at gera nógv coverløg, men tað hevur fyriskiparin av Summarfestivalinum ongar trupulleikar við.
- Teir gera tað jú væl hvørja ferð, og tað hevur eisini verið teirra stílur, men tað koma eisini nógvir nýggir sangir við Westlife eisini. Vit hava júst hoyrt ein nýggjan sagt her á tíðindafundinum, so teir megna at yvirganga seg sjálvar hvørja ferð, sigur Steintór Rasmussen.
Hann sigur, at tað tíbetur eru so nógv fólk, sum kenna sangir hjá Westlife, og tí er tað so stórt kupp at fáa teir hendan vegin. Men er ein tími ella tveir nóg nógv tíð hjá einum bólki, sum hevur so nógv hitt?
- Ætlanin er, at teir skulu fáa rímiliga góða tíð, og teir fara at spæla leygarkvøldið, kanska frá 10.30 og úteftir. Hvat teir so velja burtur úr rúgvuni, er meira upp til bólkin sjálvan, sigur Steintór Rasmussen.
Fyrireikararnir fara sjálvandi at vera í tøttum samstarvi við bólkin frameftir, men Steintór Rasmussen roknar við, at talan verður um eina samankóking av kendastu løgunum, sum so aftur fara at geva eina góða uppliving.
Besti nakrantíð
Umframt teir fýra limirnar í Westlife koma eisini teir vanligu tónleikararnir, sum spæla undir hjá teimum, við til Føroya.
Bólkurin fekk sítt gjøgnumbrot sum upphitarar fyri Boyzone og Backstreet Boys, men teir eru sjálvandi komnir langan veg síðani tá.
- Teir eru vorðnir minst líka kendir sum teir bólkarnir síðani tá. Tosað verður nógv um Take That, men kanska er Westlife ein líka kendur bólkur, sigur Steintór Rasmussen.
Teir spenna víða, og teir syngja nógvar kendar sangir, so tað eru uttan iva nógv fólk, sum dáma teir.
- Eg rokni við, at fólk millum 20 og 40 dáma og kenna Westlife serstakliga væl, sigur Steintór Rasmussen.
Og ein annar fyriskipari, Erik Biskopstrø, ivast ikki í, at hetta er nakað stórt fyri Summarfestivalin.
- Scorpions er uttan iva størsta navnið innan rock-tónleik, sum hevur verið á Summarfestivalinum, men tá tað kemur til pop, er einki at taka seg aftur í, at Westlife er tað størsta, sigur Erik Biskopstrø.
Nú er so bara eftir hjá Westlife fjepparum at brynja seg við toli til august mánaði upprennur.