Størsta neyðrakett nakrantíð

Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, gjørdist ársins neyðrakett ár 2000. Somuleiðis er hann við sínum 632 atkvøðum tann persónurin, sum er størsta føroyska neyðrakettin nakrantíð

? Eg hevði verið skuffaður, um eg ikki gjørdist ársins neyðrakett.

Hetta var ein av viðmerkingunum frá Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismanni í undirvísingar- og mentamálum, tá Georg L. Petersen, blaðstjóri á Dimmalætting, fyrrapartin í gjár alment gav landsstýrismanninum hetta heitið.


Klárt á odda

Tað eru lesararnir hjá Dimmalætting, sum millum seks aðrar kandidatar hava kosið Tórbjørn Jacobsen at vera ársins neyðrakett. Og stórur munur er á atkvøðutalinum hjá Tórbjørn Jacobsen og hinum seks. Heilar 492 atkvøður eru ímillum vinnaran, sum fekk 632 atkvøður, og nummar tvey, Óla Jacobsen, sum fekk 140 atkvøður.

Til samanberingar kann nevnast, at Jógvan við Keldu bert var 150 atkvøður á odda, tá hann varð kosin ársins neyðrakett fyri 1999.

Orsøkina til, at Tórbjørn Jacobsen so týðuliga varð valdur, halda bæði blaðstjórin á Dimmalætting og landsstýrismaðurin vera brølaran, hann fyri stuttum gjørdi, tá hann í Sosialinum skýrdi løgmann vera danskan leigusvein og síðani avsannaði alt, fyri síðani aftur at viðganga, at hann hevði sagt tað og samstundis koma við eini umbering.


Má gera brølarar

Men Tórbjørn Jacobsen heldur tað vera neyðugt at gera nøkur mistøk av og á.

Tann, sum eingi mistøk ger, ger ov lítið til nyttu, segði Tórbjørn Jacobsen, eftir at Georg L. Petersen, blaðstjóri, hevði handað honum eina tekning, sum sýni landsstýrismannin sum eina neyðrakett, og eina stóra veruliga rakett, sum Tórbjørn Jacobsen kann skjóta á Langanesi tá klokkan slær tólv gamlaárskvøld.

? Hetta hevur verið eitt ógvuliga buldraligt ár fyri meg. Fyrst varð eg noyddur at senda út veruligar neyðrakettir, tí eg var í neyð við skipi mínum í Noreg. Síðani kom eg í politiskt illveður, og nú eri eg so sjálvur vorðin ársins neyðrakett.

? Men hetta tiltakið er bara skemtiligt. Slíkt, haldi eg, skal eisini til í potlikki. Vit politikarar skulu ikki bert vera gráðir bureaukratar, segði Tórbjørn Jacobsen, sum heldur tað vera frálíkt at vera kosin ársins neyðrakett.

? Eg haldi, at eg fari at royna at gera onkran stóran brølara aftur seint næsta ár, so eg aftur kann gerast kandidatur til ársins neyðrakett, segði Tórbjørn Jacobsen og vísti á, at Uffe Ellemann Jensen, sum verður mettur av vera ein av størstu donsku uttanríkisráðharrunum, altíð miðaði eftir at gerast árisins nýggjárstoskur.


1. mai aftur á skránna

Tórbjørn Jacobsen vísti á samkomuni í gjár á, at tað var lítla ætlan hansara um at avtaka grundlógardagin sum frídag hjá skúlunum og í staðin seta 1. mai, arbeiðaradagin, at vera frígdag, sum førdi til alt rumbulið millum hann og løgmann og Sosialin.

Men Tórbjørn Jacobsen heldur tað bara vera gott, at hetta hevur vakt so stórar kenslur hjá fólki, at tey hava valt hann til árisins neyðrakett. Tí ætlar hann sær eisini at taka málið um arbeiðaradagin upp aftur.

Tórbjørn Jacobsen er fimta neyðrakettin síðani Dimmalætting í 1996 fór undir tiltakið at velja ársins neyðrakett. Røðin av neyðrakettum er hendan: Jóan Karl Høgnesen 1996, Edmund Joensen 1997, Marjus Dam 1998, Jógvan við Keldu 1999, Tórbjørn Jacobsen 2000.




Soleiðis atkvøddu lesararnir hjá Dimmalætting:



Torbjørn Jacobsen 632

Óli Jacobsen 140

Finnbogi Ísakson 126

Óli Hammer 71

Helena D. á Neystabø 60

Mogens N. Christensen 28

FSF 16