Tóri Simonsen, sum býr í Hvannasundi, hevur verið skipari umborð á skeljaskipinum, Norðheim, seinastu níggju árini, og hann trívist væl umborð. Norðheim ger stuttar túrar. Hvør túrur varar einar 30 tímar, og teir gera vanliga einar 100 túrar um árið. Ársveiðan liggur millum 4000 og 6000 tons, onkuntíð minni og onkuntíð meira. Teir eru fimm mans við skipinum hvønn túrin, og vanliga eru einir 10 mans knýttir at skipinum.
Tá tú fiskar við dreggi eftir sandbotninum, er ikki óvanligt, at ymiskt burturkast kemur í, sum stavar frá mannahond, og tá mest er í av ymiskum skrambli, gongur hetta gjarna út yvir veiðina eftir skeljum. - Alt eftir, hvar vit royna, er talan um meira og minni burturkast. Talan kann vera um alt - frá gomlum køksamboðum og ymiskum húsarhaldstólum til plastik, dunkar, fløskur, ymiskt jarn, gomul nummarspjøldur og bildekk.
Hesi árini, sum Tóri Simonsen hevur verið við Norðheim, hevur hann serliga lagt til merkis ovurhonds stóru rúgvuna av bildekkum, sum koma í dreggið á einari leið eystanfyri Nólsoynna. - Soleiðis hevur verið øll árini, eg havi verið við skipinum, og talan er um eitt óvanliga stórt tal av dekkum - í flestu førum stór dekk, sum síggja út til at hava hingið sum fríholt við ein bryggjukant. Hetta eru dekk við holum í, og í onkrum føri hava eisini ketupetti hingið eftir í dekkunum, sigur hann.
Tóri Simonsen vísir á, at dekkini, sum hann her sipar til, serliga eru fingin á einari leið einar 6-7 fjórðingar eystur úr Nólsoynni. - Hetta eru ikki serliga gomul dekk, og tískil er líkt til, at tey eru dumpaði í havið. Eg havi eingi prógv fyri nøkrum, og tað er heldur ikki mín uppgáva at prógva nakað, men hetta sær avgjørt ikki gott út. Øll árini, eg havi verið við Norðheim, hava vit tikið dekkini við til lands, og síðan hevur reiðaríið goldið fyri at beina tey burtur hjá IRF í Leirvík.
Spurdur eitt sindur meira ítøkiliga, hvussu mong dekk talan í veruleikanum er um, serliga á nevndu leið eystur úr Nólsoynni, sigur skiparin á Norðheim soleiðis: - Tóvini hjá okkum vara í umleið ein tíma, og tað er einki óvanligt, at ein 2-3 dekk eru í dregginum, tá vit hála. Á einum túri, sum varar í 30 tímar, er einki óvanligt, at vit koma til lands við eini 20 dekkum og onkuntíð fleiri. Tað sigur seg sjálvt, at tá vit gera einar 100 túrar um árið, er skjótt at rokna út, at talan er um tonsavís av dekkum yvir eitt ár.
Viðheftu myndir, sum eru tiknar umborð á Norðheim, eru frá einum túri á umleið 30 tímar, og her sæst týðiliga, at flestu dekk hava hol í, sum merkir, at tey helst hava hingið niðurfyri ein bryggjukant. - Tá eg byrjaði umborð á Norðheim, var tað ekstremt við dekkum, men nú síggja vit tíbetur, at nøgdin av dekkum á nevndu leið eystan fyri Nólsoynna er í minking, sigur skiparin.
Í VikuskiftisSosialinum, sum kemur í dag, er stór samrøða við skiparan á Norðheim, og her er eisini eitt minni prát við reiðaran, Hans Andrias Kelduberg. Spurningurin er, hvør tað er, sum stoytir hesi dekkini í havið, og hvør tað er, sum stendur aftan fyri slíkt "herverk" á havumhvørvið. Í samrøðuni við skiparan, greiðir hann eisini frá, hvussu tað gekk, tá teir fingu eina minu í dreggið. Dreggið hekk uppi í gálganum, tá minan datt úr dregginum og brast niður í dekkið.
Keypið VikuskiftisSosialin og lesið um, hvussu alt hetta tørnaði út, og her er eisini meira at lesa um hesi dekkini, sum onkusvegna eru endað á havsins botni á einari leið eystur úr Nólsoynni.
##med2##
##med3##
##med4##