Tað var ein ikki sørt errin Gerhard Lognberg, sum stóð fyri Teistanum, tá nýggja stásiliga skipið stevndi um Skopunarfjørð og inn til ferjuleguna. Henda stórhendingin hevði savnað nógv fólk niðri við bryggjuna, sum góvu stórfingna skipinum stórfingna móttøku.
Leingi hevur hann verið á veg, men endiliga gekk sjón fyri søgn. Sandoyingar hava fingið heilt nýtt skip til at røkja týdningamiklastu farleiðina hjá fólki á oynni. Teistin avloysir gamla Trónd, sum nú er vorðin 42 ára gamal og hevur tænt fyri seg. Skipaeftirlitið hevur givið hesum skipi undantaksloyvi nakrar ferðir, so hann framhaldandi kundi røkja siglingina.
Stór broyting
Gerhard vísti í røðu síni á teir nógvu fyrimunirnar, sum eru við nýggju ferjuni. Fyrst og fremst fer hetta at binda Sandoynna nærri meginøkinum saman við nýggja vegnum, sum verður gjørdur millum Havnina og Gomlurætt.
? Nú verður lættari at sigla ímillum oyggjarnar, og tað yngra fólkið fer óivað at støðast betur úti á bygdunum, legði Gerhard dent á í taluni.
Borgarstjórin vísti eisini á, hvussu skjótt tað hevur gingið, frá tí at skipið varð projekterað til nú, tá skipið er farið í sigling, og tað er gleðiligt.
Gerhard minnist aftur á tíðina, tá gamla Ritan røkti farleiðina til Havnar, og tá hon varð sett í sigling, var tað eisini mett at vera eitt stórt framstig. Eins og tað er við Teistanum.
Áðrenn hetta var siglingin á privatum hondum. Tað var skopuningurin Jákup Andrias Joensen, sum átti og førdi rutubátin Borðoyarnes. Eisini aðrir bátar sigldu so sum Brynhild hjá Kristoffuri Poulsen.
Gerhard vísti í hesum sambandinum á, at Tróndur hevur verið teimum góður, men tíðirnar broytast, og tørvurin skiftir eisini. Tí var alneyðugt við nýggjum skipi nú.
Stuðlar vinnulívinum
Síðani sváru kreppuna, sum rakti Sandoynna serliga meint, hevur vinnulívið ment seg nógv seinastu árini. Í dag eru fleiri fiskavirkir í oynni. Gerhard vísti á, at vinnulívið í oynni fer at hava gott av betraðu samferðsluviðurskiftunum. Sandoy Seafood og Lido Seafood kunnu nú hava frystibingjur standandi í oynni, sum kunnu koyrast umborð á Teistan.
Gerhard nýtti eisini høvið at lýta fram í tíðina:
? Tann næsta broytingin verður kanska, at undirsjóvartunnil verður gjørdur undir Skopunarfjørð, men tað má bíða nakað enn, men helst ikki alt ov leingi, segði borgarstjórin.
At enda takkaði hann landsmyndugleikunum og Skála Skipasmijðu fyri eitt gott arbeiði og ynskti sandoyingum, skúvoyingum og hestfólki hjartaliga tillukku við skipinum.