Um mátistokkurin er dystartal í kappingini um løgmanssteypið, so er dagurin í dag størsti steypadagurin á árinum. Í gjár tryggjaði EB/Streymur við 9-1 sigri í Gundadali á Giza/Hoyvík sær rætt at vera við í fjórðingsfinalunum sunnudagin 5. mai. Í dag eru hinir sjey dystirnir í fyrsta umfari á skránni.
Á Skálafjørðinum verður fyrsta bríkslið í trimum plássum klokkan 15.
NSÍ fær vitjan av TB. Hesi liðini vóru fyri stuttum í málleysari uppgerð í landskappingini í Trongisvági.
B68 í 1. deild fær vitjan av KÍ. Felags fyri hesi bæði liðini er, at tey bara hava spælararnar á liðunum, sum eru uppaldir í hesum feløgunum.
Skála í næstbestu deildini før vitjan av 07 Vestur, sum higartil hevur vunnið eitt stig í miðal í hvørjum landskappingardysti.
Tveir dystir eru í høvuðsstaðnum: AB fær vitjan av ÍF, sum í fyrsta umfari í landskappingini vann tætta uppgerð á heimavølli ímóti argjamonnum 2-1. Tá ið tann dysturin verður liðugur, fær B36 vitjan av toppliðnum í landskappingini Víkingi. Í 2. umfari í landskappingini vann B36 sannførandi 4-0 heimasigur á víkingunum.
HB hevur vunnið steypakappingina næstan eins ofta og hini liðini tilsaman, men tað hevur ikki eydnast HB at vinna finaluna síðani 2004. Í dag er HB á veg til Sands.
Fyrsti dysturin í dag er tann í Vági, har heimaliðið í 1. deild fær vitjan av Undrið í 2. deild.
FC Suðuroy-Undrið: Súni Fríði Barbá kl. 14.45
B68-KÍ: Rói Jacobsen kl. 15.00
NSÍ-TB: Eiler Rasmussen kl. 15.00
Skála-07 Vestur: Alex Troleis kl. 15.00
AB-ÍF: Lars Múller kl. 15.00
B71-HB: Páll Augustinussen kl. 16.00
B36-Víkingur: Dagfinn Forná kl. 17.00