Stórt avlop í kommunukassanum í Havn

Hóast tað »bert« varð roknað við einum avlopi uppá góðar 75 mió. krónur, so var tað ov lítið tá uppgjørt var. Avlopið gjørdist knappar 110 mió. krónur

Búskaparliga framgongdin í føroyska samfelagnum seinastu árini sæst nú aftur tá kommunurnar gera roknskapir.

Landskassaroknskapurin fyri 1998, sum varð almannakunngjørdur fyri ikki so langari tíð síðani vísti eitt rættiliga nógva ferðir størri avlop enn mett varð frammanundan og tað komst millum annað av tí at skattainntøkurnar vóru hægri enn væntað.

Hjá Tórshavnar Kommunu er støðan júst tann sama.

Tá fíggjarætlanin fyri 1998 varð gjørd varð mett, at skattainntøkurnar fóru at geva kommununi knappar 287 milliónir í kassan. Men tá samanum kom gjørdist henda upphædd til góðar 314.000.

Hetta er aá leið 10 prosent meir enn mett var frammanundan, og slíkt sæst aftur, um væl verður farið um.


Útreiðslumeting-

arnar hildu væl

Og tað er tað eftir øllum at døma í Havn. Tá fíggjarætlanin fyri 98 varð løgd varð mett, at samlaðu útreiðslurnar fóru at vera um 178 milliónir íalt, men tá til stykkis kom gjørdust tær rættiliga nógv minni.

Samlaðu útreiðslurnar fyri 1998 gjørdust nevniliga »bert« 170,7 mió. krónur, ella um 7,5 mió. krónur minni enn mett.

Flestu partar av umsitingini í Tórshavnar Kommunu gjørdust í veruleikanum bíligari at umsita enn mett var frammanundan.

Av teimum sjey høvuðsbólkunum, sum arbeitt verður við í roknskapinum hjá Tórshavnar Kommunu, var tað bara tann eini sum gjørdust dýrari at reka enn mett frammanundan.

Á kontoini fyri mentan og umhvørvi vvóru brúktar um tvær milliónir meira enn mett var frammanundan, og tað vil siga, at ístaðin fyri 16.727 mió krónur vóru brúktar 18.677 mió. til mentan og umhvørvi.

Tað sum serliga spælir inn á hesi konto er, at íløgustuðulin til feløg v. m. er 2.334 milliónir meira enn ætlað varð frammanundan.

Uppi í hesum hongur, at Kommunan hevur átikið sær ein part av skuldini hjá feløgunum, sum eiga Gundadalshøllina.


Nøgdur borgarstjóri

Tað er ein væl nøgdur borgarstjóri, sum hevur skrivað ársfrágreiðingina hjá kommununi fyri 1998.

Hann vísir á, at gongdin hevur verið kommununi til fyrimunar . Hann samanber skattainntøkurnar fyri 1998 við tað tær vóru í 1995, og við tí í huga er væl skiljandi, at hann fegnast.

Kommunuskatturin var í 1995 góðar 251 mió. krónur, móti 314 mió. krónum í fjør. Tað vil siga, at kommunan í fjør hevði um 60 mió. krónur meira at arbeiða við nú enn fyri fáum árum síðani.

Og tá hugsað verður um, hvussu útreiðslurnar hjá kommununi vóru býttar í 1998, so sigur tað seg sjálvt, at kommunan hevur meiri rásarúm nú.

Av samlaðu útreiðslunum í fjør brúkti kommunan um 36 prosent til lánsgjøld, meðan 19 prosent av útreiðslunum vóru brúktar til sosial- og heilsumál.

Her er vert at leggja afturat, at 10 prosent av hesum útreiðslum vóru brúktar til barnaansing.

Og júst barnaansingin er nakað, sum Leivur Hansen, borgarstjóri, ikki er nøgdur við.

Í ársfrágreiðingini sigur hann, at barnaansingin er helst tað økið, sum hevur liðið mest undir teimum vánaligu fíggjarumstøðunum hjá kommununi. Tørvurin á barnaansing hevur verið vaksandi uttan at talið á ansingarplássum er øktur samsvarandi, og býráðsformaðurin staðfestir, at tað er ein av høvuðsuppgávunum hjá sitandi býráðið at finna eina loysn á hesum máli.


Skuldin minkar skjótt

Positiva gongdin í samfelagnum hevur sum sagt givið kommununi størri skattainntøkur. Men umframt tað, so hevur tað eisini givið kommununi møguleikar at afturgjalda skuld skjótari enn upprunaliga ætlað.

Tórshavnar Kommuna er við í skuldaravtaluni, sum var gjørd í 1995, og tá má sigast at umstøðurnar vóru heilt øðrvísi enn tær eru í dag.

Í 1995 skyldaði Tórshavnar Kommuna góðar 573 mió. krónur og tað svaraði tá til gott og væl tvær álíkningar.

Við vøkstrinum, sum hevur verið í skattainntøkunum og við felagsavtaluni frá 1995, hevur kommunan fingið møguleika at gjalda størri avdráttir, og henda møguleika hevur kommunan brúkt.

Við árslok í 1998 var skuldin komin niður á góðar 458 milliónir og borgarstjórin metir, at skuldin við árslok í ár er komin niður á 400 miliiónir krónur. Við skattainntøkuni, sum kommunan hevði í fjør, svarar tað til gott og væl eina álíkning.


Íløgur fyri

knappar 25 mió

Tá kommunan gjørdi fíggjarætlanina varð mett, at um 23 mió. krónur skuldu brúkast til íløgur og nýútveganir, men tá samanumkom, vóru 29 mió. krónur brúktar til hetta endamál..

Knappar 25 mió. krónur eru brúktar til íløgurnar og tað sæst m. a. aftur í trimum nýggjum býlingshúsum til barnaansing, nýgerð av Marknagilsvegnum og eini nýggjari skrottpressu.

Við barnaansingartrupulleikanum í høvuðsstaðarøkinum í huga, eru tað serliga býlingshúsini, sum hava áhugað, og hóast tað er eitt stig á vegnum, so eru allir partar samdir um, at barnaansingin í Havn er ein stórur trupulleiki.

Um tað góða gjaldføri hjá Tórshavnar Kommunu fer at hava ávirkan á, hvussu kommunan fer at loysa tann trupulleikan er ikki til at siga, og tað sæst heldur einki um tað í roknskapinum ella í ársfrágreiðingini.

Fíggjarætlanin fyri 1999 stendur ikki í ársroknskapinum, og tað er í grundini spell.

Gjørdi hon tað, so bar uppaftur betri til at síggja hvussu kommunan ætlar at handfara framtíðina samstundis sum hugt verður at fortíðini. Samstundis hevði hetta verið ein góð upplýsing hjá teimum, sum hava áhugað í tí, sum fyriferst í kommununi.