Partabrøvini eru fallin nógv á virðisbrævamarknaðunum eystanfyri í nátt Tað stóra fallið á virðisbrævamarknaðunum helt fram, tá marklnaðirnir í Japan og Avstralia lótu upp í nátt.
Á marknaðinum í Tokyo fall Nikkei-vístalið heili 7,59 prosent eftir einum tíma. Í gjár fall vísitalið næstan sjey prosent.
Í Suðurkorea fellur virðið eisini. Longu eftir einum tíma var fallið á marknaðinum í Seoul 7,9 prosent.
Í Avstralia fullu partabrøvini 4,3 prosent, skrivar Reuters.