Stórt prísfall á olju

Tað eru góð tíðindi fyri eitt nú reiðarar og fiskimenn, at oljuprísurin fellir

Olja

 

Í grein á heimasíðuni hjá FiskeribladetFiskaren verður sagt, at norðsjóvarolja við levering í juli verður seld fyri 124,3 dollarar fyri tunnuna. Hetta er eitt prísfall í mun til teir 128 dollararnar, sum tunnan annars hevur kostað um dagarnar.

Fiskimenn og onnur, sum eru bundin av, at prísurin fyri bunkring av olju ikki verður alt ov høgur, kunnu sambært norska blaðnum nú kenna seg eitt sindur lættari.

 

Framvegis høgur

- Kortini skulu vit minnast til, at oljuprísurin framhaldandi er ógvuliga høgur, og tí skulu fiskimenn rokna við at gjalda nógv fyri bunkring.

Heimasíðan heldur, at fleiri tekin eru um, at oljuprísurin fer at fella.

Wall Street Journal skrivar, at í USA verður nú granskað, um prísirnir á olju hava verið útsettir fyri manipulatión.

Ein tunna av olju hevur kostað 135,90 dollarar, men seinastu tvær vikurnar hava stór prísføll verið.