Við langari grein, og einari savnsfløgu, setur tónleikablaðið Music Week fokus á føroyska tónleikapallin. Greinin, ið er óvanligani væl úr hondum greidd, lýsir menningina innan føroyskan tónleik seinastu árini. Føroyski tónleikapallurin verður lýstur í einum sera jaligum ljósi, og lagt verður upp til, at okkurt spennandi er í væntu.
Serliga áhugaverd er fløgan, ið fylgir við nýggjastu blaðútgávuni, ið einans hýsir føroyskum tónleiki. Torført er ikki at gerast eitt sindur erpin, tá ið ein sær navnalistan á fløguni:
1. Teitur - Louis Louis
2. Boys in a Band - Secrets To Conceal
3. Eivør Pálsdóttir - Trees in The Wind
4. Høgni Lisberg - Morning Dew
5. Lena Andersen - Let Your Scars Dance
6. R-Boys - Fjøllini Standa Úti
7. 200 - Tað stóra bankaránið
8. SIC - To Dare To Risk To Regret
9. Budam - Snake Charmer
10. Deja Vu - Confused
11. Gestir - Hvørt Fótafet
Les alla greinina
her<a>