Stóru feløgini eiga størstu umboðanina

Fótbóltur: U-16 landsliðið fer í vikuskiftinum til Liktinstein at taka lut í EM undankapping

Mathias Davidsen, venjari hjá U-16 landsliðnum, hevur eftir síðstu venjingarleguna, sum í vikuskiftinum var á Svangaskarði, valt teir átjan spælararnar, sum í komandi viku skulu umboða Føroyar í EM undankappingini. Kappingin verður í Liktinstein, og føroyingar skulu mánadagin spæla ímóti Finnlandi, og mikudagin vera vertirnir úr Liktinstein hinumegin miðstrikuna. Báðir dystirnir verða á Rheinpark stadion.

HB vann FM kappingina í ár, KÍ var næstbest, og teir í B36 fingu bronsu, meðan NSÍ endaði á fjórða plássi. At tað eru hesi feløgini, sum eiga bestu spælararnar, sæst aftur í umboðanini á landsliðnum. Fimm av teimum ágjan spælarunum eru úr HB, fýra eru úr KÍ, og B36 og NSÍ eiga tveir spælarar í part.

KÍ spælararnir eru Símun Joensen, Hjalgrím Elttør, Kristian á Lakjuni og Atli Danielsen, úr HB eru valdir Vagnur Mohr Mortensen, Jón Rói Jacobsen, Rani D. Christiansen, Gutti Harryson og Bjarni Jørgensen, Sólbjørn Olsen og Poul Næs Joensen umboða B36, og úr NSÍ eru Áki L. Hansen og John Andersen úttiknir. Hinir í hópinum eru Teitur Joensen, EB, Jann Ingi Petersen, B68, Arnhold Berg, Skála, Sigfríður Olsen, LÍF, og Elfinn Ørvarodd, MB.

Um sammett verður við hópin, sum fyrst í september í fjør var við í EM undankappingini í Gundadali, so eru sjey spælarar við hesa ferð, sum eisini vóru við í fjør. Teir eru Símun Joensen, Hjalgrím Elttør, Arnhold Berg, Elfinn Ørvarodd, Jón Rói Jacobsen, Vagnur Mohr Mortensen og Poul Næs Joensen. Í fjør taptu føroyingar 4?0 ímóti Finnlandi og Wales og 4?1 ímóti Noregi.

Bill Jacobsen er hjálparvenjari hjá Mathiasi Davidsen og harafturat verða í ferðalagnum Mortan Poulsen, ferðaleiðari, Rúni Mohr, liðleiðari, og Karin Malison, fysioterapeutur.

Farið verður úr Vágum leygarmorgunin klokkan ellivu, sama dag klokkan 15.05 verður flogið víðari til Zürich, og ferðalagið kemur aftur til Føroya hósdagin 21. oktober. Tá fara teir úr Zürich klokkan 12.20, og teir verða aftur í Vágum klokkan 16.40.