Í stórum stíli

Tað gekk ikki sum ætla við svimjingini á Isle of Wight, men føroysku svimjararnir settu punktum í stórum stíli. Tað var bara tann eini marginalurin, ið koppaði skeivan veg, sum gjørdi at Guernsey vann svimjingina samanlagt. Føroyar vunnu moralska sigurin, við at vinna óalmennu og seinastu kappingina í svimjingini, 8x50 metrar frí mix

Tað mangla 25 metrar av svimjingini á Isle of Wight og Pál Joensen vend­ur fyri seinastu ferð í 4x100 metrar frí. Á geilini við síðuna av er Guernsey og tað er púra javnt mill­um teir báðar. Guernsey hevur samanlagt 15 gullheiðursmerkju, meðan vit hava 14. Skulu vit leggja okkum undir liðina á Guernsey saman­lagt, so má Pál í eyka tangan at finna seinastu orkuna at leggja seg á odda. Nøkur sekund seinni er greitt, at Pál Joensen er í einum flokki fyri seg sjálvan. Fyri hvørt tak hann tekur, økist munurin millum hann og Jeremy Osborne úr Guernsey. Tá Pál kemur á mál vísur klokkan í Medina svimjuhøllini; 3:24.10. Nýtt oyggjaleikamet, gull í 4x100 metrar frí hjá monnum, og ein frá­líkur endi upp á svimjingina.

Upp og niður
Tað hevur gingið upp og niður hjá føroysku svimjarunum á oyggja­leikunum. Mánadagin gekk illa, men týsdagin gjørdu vit eitt gott hál. Mikudagin gekk aftur verri og vandi var fyri einum veruligum vón­broti á Isle of Wight. Undan finalu umfarinum í gjár tordu fá at vænta tað stóra av okkara svimj­arum. Tað skuldi tó vísa seg at verða eitt minniligt kvøld í Newport á Isle of Wight. Vónirnar um at fanga Guernsey aftur samanlagt vóru at kalla ongar, men longu í nærstu finaluni svam Pál seg til eitt gull­heiðursmerki í 400 frí. John Gallichan úr Jersey trýsti Pál til tað seinasta, men seinastu 50 metrar­nar setti Pál ferð á og vann.

Magnus Jákupsson vs Ian Powell
Í fimm kappingum eru 25-ára gamli Ian Powell úr Guernsey og 16-ára gamli Magnus Jákupsson til­meld­aðir við tveimum teimum bestu tíðinum. Í 100 metrar rygg svam Magnus skjótari enn oyggja­leikametið frá 2009, men tað gjørdi Ian Powell eisini. Hann kom á mál 0.41 sekund áðrenn Magnus og vann sostatt gullið frammanfyri Magnusi. Í 50 metrar frí hjá monnum vann Pauli Øssurson Mohr gull og Heðin L. Olsen bronsu. Minni enn eitt sekund skilti nummar eitt frá nummar seks.

Birita og Poula fremst
Í 50 metrar rygg hjá kvinnum vunnu vit bæði gull og silvur. Hesa løt­una var gott lag á føroysku við­halds­fólkunum. Birita Debes var undan finaluni mett sum favorittur, meðan meiri óvist var hvussu Poula Øssurs­dóttir Mohr fór at klára seg. Tað var longu greitt tá tær vendu á 25 metrum, at Birita Debes lá væl til at vinna gull. Tí mundi størsta gleðin verða tá tað gjørdist greitt, at Poula kom var næst á mál.
Bringu Pál
Eina løtu riggaði alt hjá føroy­ing­unum í Medina svimjuhøllini. Eisini í 200 metrar bringu hjá monnum komu vit fyrst á mál. Í harðari kapp­ing við Thomas Hollingsworth av Guernsey, kom Pál Joensen fyrstur á mál. Enn eina ferð settu vit eis­ini nýtt oyggjaleika met við tíð­ini 2:15.96.

Oyggjaleikamet ikki nokk
At kappingin er hørð á hesum leik­unum prógvði 4x100 metrar hjá kvinnum. Tær fýra, Birita Debes, Turið S. Christiansen, Poula Ø. Mohr og Cecilia W. Eysturdal, svumu sta­fettina skjótari enn oyggja­leika­metið í 2009, men tað var bara nokk til eitt silvur heiðursmerki, tí gent­urnar úr Jersey vóru upp aftur skjótari. Hetta var afturgangandi fyri svimjingina á Isle of Wight. Hóast tíðirnar hjá føroyingum vóru góðar, so blivu tær ikki altíð um­settar til gullheiðursmerki.

Moralski sigurin
Á oyggjaleikunum er vanligt, at enda seinasta dagin við eini mix stafett, har svomið verður 8x50 metrar frí. Tað eru skiftivís dreingir og gentir, ið svimja. Kappingin telur ikki í samlaðu støðuni, men hóast tað, so verður gingið høgt upp í hana. Her prógvaðu okkara svimjarar, at vit eru besta oyggjasamfelagið í svimjing. Við tíðini 3:28.52, vóru føroysku svimjararnir fýra sekund fyrr á mál enn Guernsey. Við nýggjum oyggjaleikameti, vunnu før­oysku svimjararnir moralska sigurin.

Samanlagt
Við 15 gull og 12 silvur heiðurs­merkjum í part, gjørdist talið á bronsu­heiðursmerkjum avgerandi fyri hvør vann svimjingina saman­lagt. Har høvdu vit seks móti teim­um ellivu hjá Guernsey, sum sostatt vann samanlagt. Føroyar settu sær sum mál at vinna 30 gull­heiðursmerki, men náddi bara helm­inginum. Ein stórur partur av søguni er, at støðið á svimjingini er hækkað ótrúliga nógv síðani 2009. Tað blivu sett heili 38 nýggj oyggjaleikamet, nakað sum ongin hevði væntað undan leikunum. Tá skal eisini havast í huga, at tær sokallaðu “superdraktirnar” blivu bannaðar eftir oyggjaleikirnar í 2009. Føroysk svimjing hevur tikið seg fram síðani seinastu leikirnar, men tað hava onnur lond eisini. Hinvegin tykjast vit hava aldurin á okkara síðu, tí flestu av okkara svimjarum vóru undir 20 ár.