Tiltak
Tofta Ítróttarfelag skipar leygardagin fyri B68-degi á Svangaskarði. Endamálið við degnum er at savna pening inn til virksemi felagsins, samstundis sum fólk fáa eitt hugnaligt upplivilsi á Svangaskarði.
Ein skrá er løgd fyri dagin, sum byrjar klokkan 11 leygarmorgunin við tilmelding til stuðulsrenning og innlatan av teknaðum stuðulsbløðum. Eisini ber til at tekna stuðulsbløð á Svangaskarði beint fyri renningina.
Tað verður Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum, sum klokkan 11.30 byrjar dagin við upphiting á grasvøllinum.
Sjálv renningin byrjar klokkan 12. Okkurt leskandi verður ta næstu løtuna, og kastað verður eisini lut um gávukort, sum verður latið í sambandi við stuðulsrenningina.
Klokkan 15 verður fótbóltsdystur millum B68 og TB, 1. deild (menn), og klokkan 17.30 verður áhugaverdur steypadystur millum gullliðið hjá B68 (1992) og NSÍ-liðið, sum spældi hetta árið.
Tofta Ítróttarfelag hevur leigað nýggja tjaldið hjá Bátafelagnum, og hetta verður karmur um fleiri av tiltøkunum allan leygardagin. Í tjaldinum verður eitt nú loppumarknaður, mattombola og tónleikur, og eisini verður skipað fyri fótbóltskapping fyri børnum.
Tofta Ítróttarfelag tekur fegið móti lutum til loppumarknaðin.
Frá klokkan 17 seinnapartin leygardagin kunnu fólk keypa sær góðar B68-búffar við eplum og grønmeti í tjaldinum.
Stóri B68 dagurin endar við dansi, sum byrjar klokkan 23 við 18 ára aldursmarki.