Stórur dramatikkur í El Clasico

Reytt kort, fýra góða mál og eina rúgva av ónollum, hørðum spæli og ivasomum dømingum

FC Barcelona er framvegis ósigrað í La Liga í hesum kappingarárinum, eftir 2-2 javnleikin móti Real Madrid í uppgerðini, sum verður rópt “El Clasico”. FC Barcelona spældi allan seinna hálvleik við tíggju monnum, tí Sergio Roberto fekk beinleiðis reytt kort.

 

FC Barcelona kom á odda, tá Sergio Roberto sendi bóltin innfyri til Luis Suarez, sum sendi bóltin í málið. Løtu seinni javnaði Cristiano Ronaldo, eftir gott upplegg frá Karim Benzema og Toni Kroos. Í støðuni fekk Cristiano Ronaldo ilt í fótin, tá Gerard Pique taklaði hann. Hann fór út í hálvleikinum.

 

Størsti dramatikkurin kom í seinastu løtu av fyrra hálvleiki, tá Sergio Roberto slóð út eftir Marcelo. Tað kostaði eitt reytt kort og útvísing. Við tíggju monnum megnaði FC Barcelona tó at leggja seg á odda 2-1, við góðum máli frá Lionel Messi.

 

Ikki minni flott var tað, tá Gareth Bale tjúgu minuttir fyri tíð sendi bóltin í málið til 2-2. Bæði skotið og uppspælið var framúr. 2-2 bleiv eisini úrslitið, sum merkir at FC Barcelona framvegis ikki hevur tapt í La Liga hetta kappingarárið.

 

Dysturin var merktur av hørðum spæli og vánaligum ítróttaranda. Spælararnir vóru fleiri ferðir í hornatøkum og helst kundi dómarin staðið við kortunum í hondini allan dystin. Bæði liðini kunnu kenna seg eitt sindur snýtt.