Tann í Føroyum so kendi Jens Guð úr Íslandi vitjar hesa vikuna aftur í Føroyum. Fyri ári síðani hevði hann skeið í skreytskrift og áhugin var stórur. Nú hevur hann aftur skeið og heili 64 fólk hava teknað seg til skeið hjá Guð í skreytskriftt.
Tá Jens Guð seinast vitjaði, skipaði hann eisini fyri, at fløgan ?Rock from the cold seas? kom út. Har vóru m.a. Hatespeech við og Jens eigur lut í, at føroyski bólkurin er vorðin kendur í londunum rundan um okkum