Stórur áhugi fyri blaðtekningunum

Nógv fólk hava vitjað í Norðurlandahúsinum seinastu vikurnar til ymsu tiltøkini har, og í tí sambandi hava mong leitað sær innar at síggja framsýningina við blaðtekningum. Avgjørt er at hava framsýningina hangandi til 5. juni.

Framsýningin í Norðurlandahúsinum Blaðtekning og demokrati hevur nú verið opin í góðar 3 vikur. Framsýningin, sum fevnir um tekningar hjá tilsamans 9 norðurlendskum blaðteknarum, lat upp 22. apríl og verður opin til 5. juni. Tá verður hon tikið niður aftur og goymd til hon verður sett upp aftur í Norðurlandahúsinum í Reykjavík og á Bryggjuni í Keypmannahavn. Áhugin fyri at síggja tekningarnar hevur verið stórur verður sagt úr Norðurlandahúsinum , og tey hava tí gjørt av at lata framsýningina hanga uppi í góðar tvær vikur aftrat. Tvs. at hon verður eisini at síggja, tá Mentanarnáttin verður hildin 2. juni.