Stórur áhugi fyri grundøkjum

Strendur: Hóast mong kanska vilja halda, at Strendur liggur avsíðis, so eru strandingar ikki samdir í tí.

Tað vísir seg, at áhugin fyri at byggja í bygdini er rættiliga stórur. Og henda byggiáhugan ætlar kommunan sær ikki at lata gleppa av hondum.
Kommunan hevur nógvar ætlanir fyri framman, og ein teirra er at leingja tann eina vegin í bygdini. Samtykt er at leingja Fløtuvegin og at gera 24 útstykkingar í Lánni. Í løtuni verður arbeitt við at ogna økið.
 Stórur áhugi er fyri grundøkjum í bygdini. Longu nú eru 14 bíløgd, upplýsir borgarstjórin, Malena Thomsen.