Stórur áhugi fyri Høganes-ætlanini

Hópur av fólki var á Runavíkar Sjómansheimi leygarmorgunin og lýddi á - og sóu myndir - nú Høganesætlanin, sum fer at rúma umleið 1000 fólkum, varð løgd fram

Bygging

 

Enn er ov tíðliga at siga, hvussu stórur áhugin verður at byggja, men í øllum førum er greitt, at nógv fólk hava áhuga í sonevndu Høganes-ætlanini hjá Nes kommunu.

Hetta vísti undirtøkan, sum framløgan fekk leygarmorgunin.

Ein heilur hópur av fólki vóru møtt upp at síggja ætlanina og hoyra, hvat tey, ið standa aftanfyri hana, høvdu at siga.

Tað er umleið eitt ár síðan, at ætlanin fyrstu ferð varð løgd fram á almennum fundi, og nú var so enn ein framløga - við meira kjøti á enn áður - á Sjómansheiminum í Runavík í morgun.

 

Fyrsta byggistig

Framløgan var í sambandi við, at fyrsta byggistig í ætlanini, sum fevnir um 29 sethús og fýra íbúðarflokkar, er við at koma undir land.

Ætlandi verður spakin settur í undir Høganesi 1. apríl komandi ár.

Tey, ið stóðu fyri framløguni, vóru borgarstjórin í Nes kommunu, umboð fyri arkitektarnar, Munin, Skyn og umboð fyri Føroya Banka.

Meira verður at lesa í Sosialinum týsdagin um hesa stóru og forvitnisligu verkætlan.