Stórur áhugi fyri Lítlu Dímun

Í summar verða tvær náttúruferðir gjørdar út í Lítlu Dímun. Tann fyrra var fultteknað beinanvegin.

Fyri at bøta uppá hetta, og geva enn fleiri føroyingum møguleikan at vitja minstu oyggj okkara, verður skipað fyri tí, sum nevnd verður ein bergtakandi náttúruferð í døgunum 2. til 3. juli.

Eins og við fyrru ferðina, sum verður í juni mánaði, verður hugt eftir bæði sólsetri og sólarrisi, eins og staðkendir ferðaleiðarar greiða frá. Ferðin endar við at møguleiki er at síga einar 50 metrar niður, á einum staði, teir nevna á Renningini.

Farið verður av Hvalba leygardagin kl. 14, men tey ið ætla sær við krevja at skunda sær, tí tað sleppur bert eitt avmarkað tal av fólki við á túrin. Bindandi tilmelding til túrin má gerast áðrenn 1. mai á t-posti: ldimun@ldimun.com, ella á tlf. nr. 237575.

Kostnaðurin er 1200 krónur, men eftir 1. mai hækkar hann við 300 krónum til 1500 krónur.