Eini 45 fólk møttu í skúlanum fyri at hoyra, hvat Johan Dahl hevði at siga um eina nýggja Nólsoyarferju.
Og vinnumálaráðharrin kom ikki einsamallur út til Nólsoyar. Við sær hevði hann Boga Mortensen, stjóra á Strandferðsluni, saman við tekniska stjóranum, Jóan Petur Abrahamsen.
Umframt hesi sótu eisini í panelinum Poul Michelsen, Bjørt Samuelsen, Henrik Old, Jákup Símun Simonsen, nevndarformaður í havnanevndini hjá Tórshavnar kommunu, og Bjarni Djurholm.
Eisini Sirið Stenberg og Janus Rein vóru við á fundinum, og tað var Jónsvein Lamhauge, havnameistari í Havn, og Mourits Mohr, stjóri á MEST.
Útmaldingarnar vóru ógvuliga positivar millum panelluttakararnar, men Johan Dahl vildi ikki lova, at Nólsoyarferjan varð raðfest ovast av teimum fýra ferjunum, sum landsstýrið hevur í hyggju at byggja.
- Nólsoyarferjan og Skúvoyarferjan verða tær báðar fyrstu, men hvør verður raðfest ovast er ikki greitt. Tað er kanska eisini møguligt, at báðar verða bygdar í senn, segði Johan Dahl.
Landsstýrið skal til Gjáar at fundast hósdagin og fríggjadagin, og kanska er komið nærri einari loysn, tá tann fundarrundan er av.