Sum áhugin nú hevur víst seg at vera, eru nærum tvey flogfør full av glaðum fjepparum til at fara til Liverpool at hyggja eftir fótbóltsdystinum millum arvafíggindarnar Liverpool og Manchester United.
Í tíðindaskrivi frá felagsskapinum, IRIS, sum skipar fyri túrinum, verður sagt, at sum áhugin er nú, fara tvey flogfør avstað. Upprunaliga var tað bert tað eina, men tað standa eini 60 á bíðilista, so tað er nógv, sum týðir uppá, at tað seinna flogfarið eisini fer at verða fult. Tað sleppa 90 við hvørjum flogfari.
Upprunaliga ferðaætlanin var, at ferðaliðið skuldi fara úr Føroyum um morgunin og so verða aftur í Føroyum á midnátt sama kvøld, men tað er nú broytt soleiðis, at farið verður dagin fyri, also leygardagin 8. novembur klokkan 17 til Manchester, har gist verður á hotelli.. Síðani verður farið við bussi til Liverpool morgunin eftir. Hetta hevur so samstundis eina lítla øking á prísinum við sær. Fólk skulu gjalda 400 krónur eyka fyri gisting og buss til Liverpool. So kostnaðurn av túrinum verður 7.900 krónur.
Frá IRIS verður sagt, at alt verður gjørt fyri at gera túrin so hugnaligan og festligan sum gjørligt. Enn eru nøkur atgongumerki eftir til seinna flogfarið, men um ferðin er tann sama, sum hon hevur verið, so verður skjótt útselt. Tann, sum hevur áhuga at koma við, kann venda sær til IRIS í Klaksvík á tlf 456390, 216390 ella 756390.