Stórur áhugi fyri vitjan hjá Ole Ivars

Eitt av stóru nøvnunum innan norskan dansitónleik kemur í næstu viku til Føroya á vitjan. Ole Ivars fer at spæla til dans tvey kvøld, og stórur áhugi er fyri hesum framførslum

Ole Ivars er eitt kent navn á okkara leiðum. Dansibólkurin úr Noregi, sum eftir 40 ár framvegis er á toppinum, er nógv at hoyra á føroysku útvarpsrásunum, og tað finnst neyvan nakað størri navn av hesum slagnum í Føroyum.
Við sangum sum »Nei, så tjukk du har blitt« og »Jag trodde Änglarna fanns« eru teir
ikki til at steðga, og tað tykist sum um føroyingar ikki kunnu fáa nóg mikið av hesum bólki.
Ole Ivars byrjaðu at spæla í sekstiárunum, og teir fingu gjøgnumbrot longu í 1968, tá ið teir týddu ein útlenskan poppsang til norskt. Tað var sangurin Rhytm of the Rain, sum kom at eita Regnets Rytme.
Síðani hevur bólkurin verið virkin øll árini, hóast tað hava verið skiftandi tíðir. Seinastu árini hava tó gingið strúkandi.
? Eg kom upp í Ole Ivars í 1983, og síðani tá hevur tað gingið støðugt framá. Fyrstu árini gekk tað spakuliga, men rætta vegin. Og tað tykist, sum um árini bara eru blivin betur, tí undirtøkan hjá okkum hevur ongantíð verið størri, enn hon er júst nú, sigur William Kristoffersen, sum skrivar meginpartin av tónleikinum hjá bólkinum.

Ongantíð verið í Føroyum
Í summar gav Ole Ivars eina nýggju fløgu út, og hon seldi 25.000 eintøk, áðrenn hon rættiliga var komin á gøtuna, og nú teir skulu koyra sjónvarpslýsingar fyri útgávuna, rokna teir við meira sølu.
Í næstu viku koma Ole Ivars til Føroya, og tað er fyrstu ferð, at teir vitja hendan vegin. Teir hava fyri tað mesta spælt í Noregi, men í ár skulu teir á tvær uttanlandsferðir. Onnur teirra er til Føroya.
? Av øllum okkara framførslum í ár gleða vit okkum mest til konsertirnar í Føroyum. Vit vita, at nógv fólk í Føroyum lurta eftir okkara tónleiki, og tí gleða vit okkum til at sleppa at spæla fyri teimum, sigur William Kristoffersen.
? Vit hava ikki verið nógv uttanlands og spælt, men nú skulu vit tvær ferðir avstað í hesum árinum, so tað verður spennandi fyri okkum.

Einglarnir finnast
Ole Ivars hava gjøgnum árini havt nógv hitt í norskum dansitónleiki, men helst kendasti sangurin hjá teimum er »Jag trodde Änglarna fanns«.
Hesin sangurin var spældur inn saman við Kikki Danialsson, sum teir hittu umborð á einum ferðamannaskipi í Karbia, har tey spældu til dans.
? Eg skrivaði sangin á svenskum, tí eg hugsaði, at vit kundu fáa hann fram á svenska marknaðinum, men sangurin gjørdist ongastaðni so kendur sum akkurát í Noregi, sigur William Kristoffersen.
Nú er sangurin komin so víða í Noregi, at hann verður spældur til bæði brúdleyp og jarðarferðir.
? Tað er heilt ótrúligt, at sangurin skal verea so væl umtóktur, staðfestir William.
Í Føroyum er hesin sangurin eisini nógv at hoyra, og tað verður hann eisini á konsertunum hjá Ole Ivars.
? Vit skulu spæla leingi hvørt av kvøldunum, og tí fara vit at spæla bæði nýggjan og gamlan tónleik hjá okkum.

Norskur áhugi
Fyrra konsertin við Ole Ivars verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fríggjakvøldið 5. september. Leygarkvøldið 6. september spæla teir í høllini á Hálsi.
Og tað eru ikki bara føroyingar, sum eru áhugaðir fyri hesum framførslum. Eisini norskir fjølmiðlar vilja sleppa til Føroya við Ole Ivars, og tað koma bæði skrivandi fólk og sjónvarpslið til Føroya at fylgja Ole Ivars.
Fyrst var ætlanin, at bólkurin bara skuldi flúgva til Føroya, men nú taka teir eisini tourbussin hjá sær við, so teir hava alla sína útgerð at spæla á.