Stórur munur á londunum

Næstformaðurin í danska Vinstraflokkinum segði á landsfundi hjá Sambandsflokkinum, at stórur munur er á Føroyum og Danmark, men at londini kortini hoyra saman

Tað er ein misskiljing, tá ein av embætismonnunum í Fólkatinginum hevur kallað Føroyar fyri eitt danskt amt, segði Lars Løkke Rasmussen, næstformaður í Venstre, í røðu síni til sambandsfólk leygardagin.
Føroyar hava heilt aðra støðu, enn amtini hava, og soleiðis fer tað eisini at verða, segði hann. Men hann mælti avgjørt til, at Føroyar og Danmark kortini verða í sama ríkisfelagsskapi.
Hinvegin eiga vit at gera okkum greitt, at tað ber ikki til at venda restini av heimssamfelagnum bakið. Líka mikið hvørja politiska áskoðan vit hava, noyðast vit at fyrihalda okkum til tað, onnur gera, og liva við samstarvi, segði hann.
Tað ber ikki til bara at loypa út í leysa luft, segði Lars Løkke Rasmussen. Modernaður politikkur krevur svar upp á hvørt fet , sum tikið verður.

Heimsbúskapurin
Lars Løkke Rasmussen nam við heimbúskapin í røðu síni á landsfundi Sambandsfloksins. Sum vera man brúkti hann Danmarks sum útgangsstøði.
Hann vísti á, at tað er ikki bara í Føroyum, at tað sær út til at ver komin stígur í. Her er fiskaprísurin lækkaður við tí, sum harvið fylgir. Bæði lækkandi bruttotjóðarinntøku og møguliga eisini vaksandi arbeiðsloysi.
Somuleiðis er gongdin í Danmark tann, at arbeiðsloysið er vaksandi, segði næstformaðurin í danska Vinstraflokkinum, innanríkisráðharrin Lars Løkke Rasmussen. Síðan januar 2002 er arbeiðsloysið økt við umleið 40.000 fólkum, soleiðis at tað í dag eru 182.700 arbeiðsleysir danir. Tað svarar til 6,5 prosent av arbeiðsmegini, segði hann.
Skuldina legði hann á heimsbúskapin við sínum fallandi konjunkturum, eins og lækkandi dollarkursurin eisini fekk sín part av skuldini.
?Men hetta gevur grund til at steðga á og hugsa um, um tað nú er rætt, vit gera. Hvat kunnu vit gera øðrvísi og helst eisini betri?
Brúka vit tað almenna rætt? Á rætta staði? Upp á rættan máta? Vita vit í heilta tikið, hvat vit fáa fyri teir pengar, sum tað almenna brúkar upp á borgaran? spurdi danski innanríkisráðharrin.
Hann lat spurningaranar verða hangandi og fór at tosa um, hvussu almenni bygnaðurin í Danmark hevur tað.
Tann almenni bygnaðurin í Danmark stendur í hesum døgum við so stórum búskaparligum avbjóðingum, at brúk er fyri øktum fokus á effektivitetin, segði Lars Løkke Rasmussen millum annað í røðu síni.
Danir hava sett sær sum mál at hava tað besta sum útgangssstøði, eins og teir hava sett sær fyri at skapa betri samanhang millum tilgeingisbrúk og úrslit.
Tað er sjálvandi treytað av, segði Lars Løkke Rasmussen, at almenni sektorurin letur seg máta og samanbera við onnur, tá úrslitini skulu vísast.

Líkar og ólíkar ommunur
Tað ber illa til at samanbera danskar og føroyskar kommunur, segði danski innanríkisráðharrin. Størsti munurin er ivaleyst støddarmunurin og bygnaðurin. Tað er langt frá teimum umleið 50 føroysku kommununum við íbúgvaratali niður í eini 20, til tær 271 donsku kommunurnanr, har tann minsta hevur 2.300 íbúgvar.
Tá kommunurnarn vaksa, verður tað ein avbjóðing at tryggja teimum smáu lokalsamfeløgunum framhaldandi menning og vøkstur, hóast avgerðirnar eru fluttar aðrastaðni. Tær smáu bygdirnar skulu framhaldandi hava ein aktivan leiklut í kommununi. Hetta er ein avbjóðing, sum er aktuel bæði í Danmark og í Føroyum, segði hann.
Hann staðfesti, at tað fara at koma broytingar í framtíðini. Bæði í Føroyum og í Danmark. Vit skulu læra hvør av øðrum, og tí ynskti hann gott samstarv millum londini. Eisini framhaldandi millum Venstre og Sambandsflokkin, segði Lars Løkke Rasmussen, næstformaður í danska Venstre á landsfundi Sambandsfloksins.