Bara mikudagin nationaliseraðu Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin privatar verkætlanir fyri fleiri milliardir.
Fyrst steðgaðu teir privatiseringsprosessini hjá javnaðarmanninum Jóannes Eidesgaard við Atlantsflog. Og síðani privata prestisjuprojektinum hjá Kára P. Højgaard og øðrum við Sandoyar- og Skálafjarðartunlinum.
Nú skal tað almenna eiga flogfelagið einsamalt og tveir undirsjóvartunlar fyri tvær – kanska tríggjar milliardir, um Heðin Mortensen skal hava sín ringveg og tey á Skálafjørðinum skulu hava sínar kringvegir.
Tað sum er vert at merkja sær er, at nú vit hava finigð eitt sokallað borgarligt stýri, sum hevur kvalifiseraðan meiriluta – sum kann gera, sum tí lystir uttan um allar freistir og loypa viðgerðir um í tinginum, so privatiseringsprosessin totalt steðgað.
Bankin er gloppin landinum av hondum. Har vendst ikki aftur.
Eingin vandi er fyri, at Føroya Tele ella Posta verða privatiserað. Tí privatisering er »yt« í borgarligu Føroyum.
Jóannes Eidesgaard fekk kanska blóð upp á tonna, tá hann privatiseraði Sosialin. Kanska var tað tí, at hann setti privatiseringsprosessina í gongd av almennum stovnum.
Hjá løgmanni er øvugt. Sama dag, sum hann fór úr síni egnu fyritøku og inn í heitu løgmansstovuna í Tinganesi var skiftirætturin eftir honum og fór avstað fyri fyritøkuni. Onkur misti nógvar milliónir.
Man sigur, at brent barn ræðist eld. Kanska ikki so løgið, at borgarligi Kaj Leo og borgarligi Jørgen ræðast privata initiativið.
Í øllum førum er nú ilt at síggja, hvat vendir niður – og hvat vendir upp. Í øllum førum í føroyskum sokallaðum borgarligum politikki...