Risastóri russiski uppsjóvartrolarin Mekanik Sergey Agapov hevur í nakrar dagar ligið við molan í Havn.
Faroe Agency, ið er umboð hjá trolararnun í Føroyum, sigur at Mekanik S. Agapov hevur bíða eftir plássi í Runavík, har hann skal lasta 600 tons av fiski umborð á eitt farmaskip. Hann fer inn á Runavík um 17 tíðina í dag.
Mekanik Sergey Agapov er bygdur í 2014 og er 115 metrar langur, 20 metrar breiður og 8278 bruttotons. Hann er heimahoyrandi í Murmansk í Russlandi.
Sum skilst er Mekanik Sergey Agapov størsti uppsjóvartrolari í norðurhøvum.