AB hevur vunnið ein dyst og tapt tveir. Skála hevur vunnið tveir dystir og tapt ein. Seint seinnapartin hittast hesi bæði liðini á Argjum.
Tá ið Skála á heimavølli vann 2-0 ímóti NSÍ, var álopsspælarin Søren B. Nielsen ikki við. Í vikuni hevur hann vant aftur, og harvið eru allir spælararnir hjá Skála tøkir. Tað er kapping um plássini, og tað er spenningur á Skála um, hvussu hetta árið fer at roynast.
-Vit eru hampuliga væl nøgdir við fyrstu umførini. Tá ið vit í fyrsta umfari vóru í Gundadali, høvdu vit møguleika at vinna úrtøku, men vit vóru ikki nóg avgjørdir, og so taptu vit 1-0 ímóti B36. Nú fara vit aftur suður í høvuðsstaðin. Um vit skulu hugsa um úrtøku, so er neyðugt, at vit eru fokuseraðir í verjupartinum og taka av, tá ið málmøguleikin uppstendur, sigur Skála venjarin Eyðun Klakstein.
AB venjarin Sorin Anghel harmaðist um 2-1 tapið ímóti B36, tá ið AB var frammanfyri, inntil tað bara restaðu heilt fáir minuttir.
-Hugburðurin var góður, og vit vóru óhepnir. Ungu menninir vinna alt fleiri royndir, og eg vænti avgjørt, at teir aftur í dag fara at vísa hugburðin, sum teir vístu fyri einari viku síðani, sigur Sorin Anghel.
Bárður Olsen hevur verið álitið á AB miðvøllinum. Nú er hann darvaður av skaða í knænum, og tað kemur illa við, at hann ikki verður við ídag. Bjarki C. Nielsen er leikbannaður, og Jákup Pauli Breckmann, Mikkjal T. Hentze og Jógvan Jóannesarson eru skaddir.