Størv kosta skattapening og darva fullveldi

? Miðfyrisitingin er bólgnað, so vanligi føroyingurin firnast kostnaðin av krakkaveldinum frameftir. Tær mongu og longu bókligu útbúgvingarnar tykjast ætlaðar til at fyrireika skúlaða ungdómin til alment virksemi, sum heldur brúkar enn skapar nýggj framleiðsluvirðir, sigur Óli Breckmann m.a. í viðmerkingunum til fyrispurning sín til løgmann

Ólavur í Beiti


Hvussu nógv nýggj almenn størv vórðu sett í 1998, og hvussu nógv størv er ætlanin at seta í 1999 í: Miðfyrisitingini (hvørt stýri gjørt upp fyri seg)? Heilsuverkinum (hvørt sjúkrahús fyri seg)? Almannaverkinum (hvørt arbeiðsøki, barnaansing, eldrarøkt o.a. fyri seg)? Skúlaverkinum? Almennum mentanarstovnum? Hetta vil Óli Breckmann hava at vita frá løgmanni sum umsitiur hetta mál, og samtykt er at løgmaður skal svara.

Í viðmerkingunum til fyripsurningin, sigur Óli Breckmann, at tær nógvu almennu starvslýsingarnar ørkymla fólk, sum gjalda landsskatt til almenna umsiting og tænastustovnar. Hesi fólk verða ikki spurd, men noyðast at gjalda tað, løgtingið áleggur. Tað mesta av hesum skatti verður útgoldið sum løn til almenna sektorin, uttan at nøkur nytta fæst afturfyri.

? Rætt skal tó vera rætt: Búskaparliga framgongdin síðani kreppuna hevur styrkt vinnuliga sektorin. Tí hvílir almenni sektorurin nú á breiðari og tryggari vinnuligum grundarlagi enn undir kreppuni. Tá legði hitt almenna hald á nærum 2/3 av BTÚ, so at neyð var í landinum.

Framburðurin síðani 1996 byggir á betri fiskiskap, hægri fiskaprísir og lægri skattatrýst og rentustøði, men verður almenni s-ektorurin ov stórur aftur og etur seg inn á vinnulívið, er tað bert ein tíðarspurningur, til búskapurin hoyknar undir byrokratisku ovurvektini.


Nýggja stýrisskipanin

Við nýggju stýrisskipanini fingu vit nýggjan fyrisitingarligan bygnað, sigur Óli Breckmann, og nú setir landsstýrið nýggj størv uttan løgtingsins beinleiðis ávirkan. Miðfyrisitingin er bólgnað, so vanligi føroyingurin firnast kostnaðin av krakkaveldinum frameftir. Tær mongu og longu bókligu útbúgvingarnar tykjast ætlaðar til at fyrireika skúlaða ungdómin til alment virksemi, sum heldur brúkar enn skapar nýggj framleiðsluvirðir.

? Men tann nýggja umsitingin, sum dúgliga lýsir eftir fólki, sýnist ikki at koma ístaðin fyri, men heldur at leggjast oman á verandi almenna virksemið.

?Bardagin um byrokratiska magt er ein náttúrlig avleiðing av hesi gongd. Royndin hjá landsstýrismanninum í vinnumálum at leggja nakrar samferðslufunktiónir saman endaði sum kunnugt við arbeiðssteðgi í heila viku, tí krakkaveldið ger fanatiska mótstøðu móti so mikið sum eini kanning av møguleikum at umsita landið øðrvísi og at spara pening.


Fulveldi

Og Óli Breckmann vísir á, at skulu Føroyar gera sær vón um at fáa ráð til fullveldi, er neyðugt at tryggja bæði lægri kostnaðarstøði í framleiðsluni við lægri skattatrýsti, og at hvør króna brúkt til fyrisiting frameftir røkkur longri enn nú.

? Av tí at politisk valdsnýtsla tykist neyðug til at minka almenna sektorin, og valdsnýtslu eigur at verða sloppið undan, er frægasta loysnin, at politiski myndugleikin, um neyðugt, steðgar øllum nýggjum almennum starvssetanum.

? Tá tað er sagt, er eisini rætt at nevna, at nógvar almennar starvslýsingar eru til verandi størv, sum antin skulu lýsast av nýggjum, ella setast, tí starvsfólk, ið sat frammanundan, er farið í annað lýst starv hjá tí almenna.

? Men løgtingið og almenningurin eiga at kunna fylgja við, hvussu gongdin er við almennum starvssetanum. Tey kosta skattapening og darva fullveldi, sigur Óli Breckmann og setir tí lægmanni henda fyrispurning.