Farnu vikurnar eru fleiri lærarstørv lýst leys av nýggjum, tí eingin skikkaður umsøkjari hevur søkt í fyrstu atløgu.
Hesar lýsingarnar hava allar verið frá skúlum á smærri plássum, og eftir øllum at døma hava skúlarnir á størru plássunum ikki havt trupulleikar við at finna útbúgvið fólk til leysu lærarastørvini.
- Talan er ikki um beinleiðis læraratrot. Í løtuni haldi eg at lærdir lærarar eru í flestu lærarastørvum, og teir 23 nýútbúnu lærararnir nøkta eftir mínum tykki tann tørvin, sum er í løtuni. Trupulleikin hjá skúlunum á smáplássunum hevur leingi verið tann, at tað er torført at fáa fólk at fara út um stóru plássini, og enn torførari at fáa tey at støðast har, greiðir Pauli Nielsen, rektari á Føroya Læraraskúla, frá.
Trot stendur fyri framman
Men hóast talið av lærarum í Føroyum í løtuni samsvarar væl við talið á lærarastørvum, so heldur Pauli Nielsen kortini, at tíðin er komin at rópa varskó, tí um fá ár fer fráfallið av lærarum eftir øllum at døma at gerast størri enn tilgongdin, og tá kann læraratrot gerast ein veruleiki.
Orsøkin er, at alt fleiri lærarar fara frá fyri aldur hvørt ár.
- Fram til 1962 tók Læraraskúlin bert nýggjar flokkar inn annaðhvørt ár, men síðan tá er ein flokkur tikin inn hvørt ár. Tað merkir við øðrum orðum, at tilgongdin til skúlan gjørdist væl størri og tað sama hendir við fráfallinum, tá lærararnir frá 1962 og tíðini hareftir byrja at fara frá fyri aldur um ikki so nógv ár, sigur Pauli Nielsen.
Hann sær tað sum eina sjálvfylgju, at tá tað, sum í miðal svarar til ein læraraskúlaflokk, fer frá fyri aldur hvørt ár, so verður trot á lærdum lærarum, um ikki fleiri næmingar verða tiknir inn á Læraraskúlan komandi árini.
- Sum er taka vit bara ein flokk inn um árið. Tað hevur enntá verið upp á tal frá myndugleikana síðu, at vit ikki skuldu taka nakran flokk inn okkurt árið, tí stúrt varð fyri at størv ikki vóru til allar nýútbúnu lærararnar. Men nú er støðan tann øvugta, at taka vit ikki tveir flokkar inn okkurt árið, so fara vit at uppliva læraratrot.
Hetta hevur rektarin á Føroya Lærarskúla latið myndugleikarnar vitað.
Fær Føroya Læraraskúli játtan til at taka tveir nýggjar læraraskúlaflokkar inn, fer tað ikki at gerast nakar trupulleiki at fáa nóg nógvar næmingar. Hvørt ár eru umleið 100 umsøkjarar til læraraútbúgvingina, og flestu teirra lúka tey formellu krøvini. Sum er sleppa bert 24 ígjøgnum nálareygað.